Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Madsen tekur bestu deyðbóltarnar í Effodeildini

Jákup Ósá

Tá tað kemur til at vera effektivur uppá deyðbóltar, so er Høgni Madsen tann leikarin, ið leggur upp til flest mál.

Tá tað kemur til at taka hornaspørk og fríspørk, ið beinleiðis kasta mál av sær av sjálvum frísparkinum/hornasparkinum, so er FC Suðuroy leikarin Høgni Madsen tann effektivasti í Effodeildini. 6 ferðir hevur FC Suðuroy skorað mál uppá frísparks- ella hornasparksinnlegg frá Høgna Madsen. Næstu leikararnir á listanum hava 3 upplegg uppá deyðbóltar.

Listin yvir upplegg uppá deyðbóltsstøður(hornaspørk og fríspørk) sær soleiðis út:

6 upplegg: Høgni Madsen

3 upplegg: Jóannes Bjartalíð, Súni Olsen og Einar Tróndargjógv

2 upplegg: Rógvi Joensen og Niels Pauli Danielsen