Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Springið – Kontrolleraður ørskapur á ólavsøkuróðrinum

Tíðindaskriv

 Summir menn fáa hæddarskrekk, bara teir hyggja niður í ein kaffikopp. Aðrir skulu bæði hava rós og sós frá konuni, um teir hoppa út av tríggja metra vippuni í svimjihylinum. Og viðgangið tað bara – teir flestu av okkum hoyra til henda bólkin. Vit ræðast hæddir og leypa ikki, uttan at konan ella ein onnur deilig dama stendur og beundrar okkum.

 

Til ólavsøkuróðurin fara vit at síggja heilt aðrar menn. Beint eftir tíggjumannafarsróðurin bakkar tann stóri stigabrandbilurin nevniliga inn á kaiina beint við, har Norrøna leggur at, og so fara djarvir og kimiligur fimleikarar heilt upp í stigan og leypa himmalhøgt niður á sjógv, beint framman fyri áskoðarunum. Hæddin er 25 til 30 metrar – tíggju ferðir hægri enn vippan í svimjihylinum, sum vit vanligu menn ganga runt og halda er verd eina heiðursmedalju + fleskasteik.

 

Men slík útlop eru ikki gamansleikur, og tey krevja nógva venjing. Fyrst og fremst eru tað drúgvu royndirnar frá fimleikinum, sum gera menninar førar fyri at gera útlopini.

 

Springið varð fyrstu ferð roynt til ólavsøkuróðurin í fjør. Tá varð tað lagt beint eftir barnaróðurin fyri at royna tað. Tað gekk væl, og hesa ferð verður tað so lagt beint eftir tíggjumannafarsróðurin, tá ið menninir standa klárir til at geva fjøldini eina hugtakandi uppliving.