Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Tveir persónar handtiknir

Tíðindaskriv

Pilitiið hevur sent tíðindaskriv út í samband við grindina í morgun.

Politið sigur soleiðis í tíðindaskrivi:

Í morgun kl. 0651 varð boðað frá grind í Kallsoyarfirði. Bátar vóru hjá grindini ein góðan hálvan tíma aftaná fráboðanina.

Bátarnir mistu grindina úr eygsjón, og kl. 0925 varð staðfest at grindin var sloppin.

Í samband við raksturin er hald lagt á ein bát hjá Sea Sheperd og tvey fólk eru handtikin. Fólkini, ein maður og ein kvinna eru ávíkavist 31 og 40 ára gomul.

Fólkini verða afturhildin inn til støða er tikin til, um ákæra skal reisast ímóti teimum fyri brot á grindalógina.

Nærri boð kunnu væntast seinnapartin.

Politiið hevur ikki aðrar viðmerkingar í løtuni.