Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nostalgi við Hjarnum á Tórsfest

Danial Viðoy

Tað verður høvið at minnast aftur á gamlar dansir og konsertir, tá Hjarnar fara at halda nostalgiska veitslu á Tórsfest komandi leygarkvøld í gongugøtuni í Havn. Men fyri tey, ið eru ov ung til at minnast stórheitstíðina, verða heldur ikki snýtt, tí Hjarnar er altíð ein rock’n’roll veitsla.

Tað skrivar Tórsfest í tíðindaskrivi:

Hjarnar vóru í 1980’unum eitt av størstu tónleikanøvnunum her á klettunum. LP’in We Come for You var á tremur við góðum rock’n’roll, og sangarin Karl Martin Samuelsen hevði áskoðarafjøldirnar í sínum lógva, tá Hjarnar spældu Føroyar á tamb.

Lagið Breaking My Heart, vakti eisini ans uttanfyri klettarnar og er eitt av teimum heilt sterku føroysku poppløgunum.

Miðskeiðis í 1990’unum komu Hjarnar fram aftur, hesaferð við nýggjari fløgu, ið bólkurin hevði gjørt saman við tónleikaframleiðaranum Jóhannus á Rógvi Joensen. Úrslitið varð aftur tað sama, lagið Alla Nátt gjørdist ein klassikari.

Nú verður so høvi at uppliva Hjarnar live í gongugøtuni í Havn uttan fyri kioskina hjá Astu. Við á Tórsfest verða allir, ið mannaðu Hjarnar í 1981 og í 1995.

Onnur tónleikanøvn sum fara á pallin leygarkvøldið verða Pretty Maids, Basshunter, Týr, Byrta, Swangah, Frændur, Sakaris, SIC, Goresquad, Synarchy, Signar & John og Páll Finnur Páll.

Atgongumerki til Tórsfest fáast í forsølu í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo fram til mikudagin 22. juli kl. 18. Um atgongumerki eru eftir, verða tey seld við dyrnar.
Harleyfacadeacryl