Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 bara tríggjar útidystir eftir

Jákup Ósá

Og teir eru móti nummar 5, 6 og 10.

Og teir eru móti nummar 5, 6 og 10.

B36 er oddalið í Effodeildini, men tætt er millum fýra tey ovastu liðini. Fyri B36 viðhaldsfólkini, ið hava hugt eftir skránni, ið er eftir, so eru vónirnar neyvan smáar fyri at kunna varðveita oddasessin. Tí av teimum 10 dytstunum, ið eru eftir at spæla, so skal B36 bara tríggjar ferðir spæla aðrastaðni enn í Gundadali. Og burtursæð frá vitjanini hjá botnliðnum EB/Streymi, so skal liðið ikki spæla á útivølli fyrr enn í 25. umfarinum, tá KÍ tekur ímóti. Útidystirnir hjá B36 eru móti EB/Streymi, KÍ og ÍF. Og so skal leggjast afturat, at B36 spælir á útivølli móti HB eisini, men tann útivøllurin er sami vøllur, sum B36 spælir sínar heimadystir á. Sostatt skal B36 spæla allar sínar innanhýsis toppdystir móti NSÍ, Víkingi og HB í Gundadali.

Tað er í øllum førum í Gundadali, at B36 í stóran mun sleppur at avgera sína sína lagnu, har liðið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins kann endurvinna eitt FM. Skráin hjá B36 ger í øllum førum B36 til ein av størstu favorittunum til at vinna FM í ár.

Harleyfacadeacryl