Handlarnir kring Klaksvíksgarðin hava opið við góðum tilboðum.
Norðoya Fornminnasavn – Gamla apotekið er opið og framsýning á loftinum.
Framsýning við málningum hjá Armgarð Absalonsen verður Miðstovu.
Tiltakið, sum var roynt fyrstu fer í fjør eydnaðist somiki væl at tað verður aftur seinasta leygardag í juli.
Skráin
Kl 1300 Summar í Klaksvíksgarðinum verður sett.
Kristian Eli Zachariasen, varformaður í Havna- og vinnunevndini, setur tiltakið.
Klaksvíkar kommuna bjóðar kaffi og ábit.
Tónleikur
Limir í tónleikarafelagnum spæla. Pallurin verður norðanfyri Norðoya Fornminnasavn.
Kl 1445 Tónleikur
Limir í tónleikarafelagnum spæla.
Kl 1500 Summar í Klaksvíksgarðinum endar.




