Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið um HB

Jákup Ósá

HB hevur higartil í ár ikki livað upp til høgu vónirnar, ið vóru settar til liðið frammanundan.

Um HB í 2015

Tað tykist sum um HB ongantíð er komið í gongd hetta kappingarárið. Tað er langt millum góðu dystirnar, hóast liðið tykist reisa seg, tá liðið spælir onkrar av sínum stórdystum móti B36, Víkingi og KÍ. Spælið er sjáldan tað besta, men hinvegin hevur HB bara tapt tríggjar dystir og er ikki úti av FM stríðnum enn. Tað er ein styrki hjá liðnum at hava so mikið høgt botnstøðið.

Karakter: 5 (av 10 møguligum)

Tá HB skal fáa karakter, so er tað eitt sindur tengt at, hvat ein væntaði áðrenn kappingina. Væntaði ein 3. pláss, so er avrikið á einari leið, men var málið og væntanin, at HB skuldi vinna FM, so er avrikið ikki gott nokk enn. 6 stig eru upp til FM og tað er kanska í meira lagi, tá bara 30 stig eru eftir at spæla um. Harafturat kom liðið ikki í steypafinaluna sum í fjør.

Liggja í løtuni: Nummar 4

Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 1

Norðlýsið tippar nú: Nummar 4

Tað er trupult at taka dagar ímillum topp 4 liðini. HB kann enda bæði nummar 1 og nummar 5, tí HB er helst einasta liðið í topp 4, ið kann detta úr topp 4. Men skráin hjá HB sær gott út. Dystirnir á heimavølli eiga at geva nærum fulla úrtøku, um vit ikki telja B36 dystin uppí og so er HB á 45 stigum. Harafturat fær liðið heilt vist onkrar sigrar á útivølli og tí eigur topp 4 ikki at vera í vanda undir vanligum umstøðum. Lykladystirnir eru móti KÍ á Summar Festivalinum, har avgerðin helst fellir um HB fer at kappast um 4. ella 1. pláss, og so móti B36 í 23. umfarinum. Tí HB kann gott hava vunnið allar 5 dystirnar fram til tá, tí teir eru allir móti liðum frá nummar 5 og niðureftir. Fer HB at spæla við størri yvirskoti enn higartil, so kann liðið stríðast um FM til tað seinasta, men liðini frammanfyri eru eisini væl fyri og hava stig at geva út av.

Dystir eftir á heimavølli: 6 (FC Suðuroy, TB, AB, B36, EB/Streymur og FC Suðuroy)

Dystir eftir á útivølli: 4 (KÍ, ÍF, NSÍ og Víkingur)

Karakterirnir vera givnir soleiðis:

10: Heimsklassa avrik

9: Framúrskarandi avrik

8: Gott avrik

7: Yvir miðal avrik

6: Miðal avrik

5: Undir miðal avrik

4: Toluligt avrik

3: Vánaligt avrik

2: Sera vánaligt avrik

1: Pínligt avrik