Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

130 hvalir og ein handtøka

Tíðindaskriv

Politiið sigur soleiðis í tíðindaskrivi: Í kvøld kl. 21:52 fekk politiið fráboðan um eina grind í Nólsoyarfirði. Tað vóru fólk á landi í Nólsoy, ið høvdu sæd grindina.

Sýslumaðurin tók avgerð um at grindin skuldi rekast inn í Sandagerð.

Grindin bleiv hildin til í Sandagerði og kl. 23:40 vár grindin deyð. Umleið 130 hvalir løgdu beinini.

Ein limur frá Sea Shepherd – ein 23 ára gamal maður – blev handtikin á sandinum í samband við drápið. Hann er skuldsettur fyri brot á grindalógina.