Víkingur hevur rakt toppstøðið á rætta tíðspunktinum og FM atsóknin í ár sær út til at vera meira seriøs enn undanfarnu ár.
Um Víking í 2015
Seinastu sjey dystirnir hava givið seks sigrar og ein javnleik hjá Víkingi og hendan røðin av góðum úrslitum hava sent Víking upp í FM stríðið, ið annars sá út til at vera farið. Dystirnir í Europa League móti Rosenborg staðfestu eisini, at Víkingur er væl fyri. Styrkin hjá Víkingi er, at liðið stendur seg best av øllum í innanhýsis toppdystunum. Hetta munar væl á stigatalvuni. Liðið er eisini í steypafinaluni og bara tvey tap í Effodeildini gera, at Víkingur samanlagt hevur staðið royndina í øllum trimum kappingunum, ið teir í Víkingi hava luttikið í.
Karakter: 8 (av 10 møguligum)
Víkingur er við í FM stríðnum og hevur bara tapt tveir dystir av 17. Samstundis skal havast í huga, at liðið hevur staðið royndina í bæði steypakappingini og Europa League. Tí skal Víkingur hava góðan karakter. Vinnur Víkingur greipuna, sum ikki er óhugsandi, so verður karakterurin 10, tá kappingin er av.
Liggja í løtuni: Nummar 3
Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 3
Norðlýsið tippar nú: Nummar 1
GÍ vann FM á Sevmýru í seinasta dystinum í 1996 móti TB. Í ár eitur liðið Víkingur og leikvøllurin við Stórá, men samanberingarnar eru til at fáa eyga á. Truplu grannauppgerðirnar hjá Víkingi vera spældar í Sarpugerði og á pappírinum í løtuni er Víkingur favorittur í øllum útidystunum burtursæð frá B36 dystinum. Víkingar eiga eisini at vera sera uppsettir uppá at fáa fatur í FM heitinum, sum felagið ongantíð hevur vunnið. Størsta avbjóðingin er at umganga reyðu kortini og býtt mist stig móti lægru liðunum.
Dystir eftir á heimavølli: 6 (TB, KÍ, ÍF, NSÍ, FC Suðuroy og HB)
Dystir eftir á útivølli: 4 (AB, B36, EB/Streymur og TB)
Karakterirnir vera givnir soleiðis:
10: Heimsklassa avrik
9: Framúrskarandi avrik
8: Gott avrik
7: Yvir miðal avrik
6: Miðal avrik
5: Undir miðal avrik
4: Toluligt avrik
3: Vánaligt avrik
2: Sera vánaligt avrik
1: Pínligt avrik




