Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sálarligt arbeiðsumhvørvi eigur at takast í álvara

Skúlablaðið

Vanliga, tá vit tosa um arbeiðseftirlit og trygdarumboð, hugsa vit um, hvussu tryggir fysisku karmarnir eru á arbeisplásssinum. Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar soleiðis á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum:

Hetta er avgjørt ein týðandi lutur, men vit eiga ikki at gloyma at sálarligt arbeiðsumhvørvið eisini er sera viðkomandi og ein stór ábyrgd hjá trygdarumboðnum.

Sálarligt arbeiðsumhvørvi fevnir um tey viðurskiftini við arbeiðsstøðuni, sum ávirka sálarligu heilsuna hjá tí einstaka, og sum innihalda vanda fyri, at tann kropsliga og sálarliga heilsan eins og arbeiðsevni versnar.

Sálarligt arbeiðsumhvørvi kann býtast uppí trý viðurskifti:

Samband millum fólk
Her er týðandi, at ein kennir seg sum part av felagsskapinum, tá ið ein kemur til arbeiðis. Tað hevur týdning, at ein hevur álit á, at starvsfelagar og leiðsla ikki útinna arbeiði, soleiðis at ampi/vandi kann vera fyri ein sjálvan ella onnur. At leiðslan hevur álit á, at starvsfólk gera eitt gott arbeiði. Í einum góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi upplivir starvsfólkið, at uppgávur og ósemjur verða loystar á ein rættvísan hátt. Eisini eigur starvsfólkið at vita, at leiðarin og starvsfelagar virðismeta tað, ein ger.

Tilrættisleggjan
Best er at uppgávan er gjøgnumhugsað frá byrjan, og at tilfar er tøkt, tá ið brúk er fyri tí. Krøvini til tann einstaka eiga at vera hóskandi, og starvsfólk skulu vera við til at ávirka sín arbeiðsdag. Arbeiðsplássið skal syrgja fyri at fyribyrgja álvarsamar vanlukkur og skelkandi hendingar so væl sum gjørligt. Vert er at leggja sær í geyma, at tað er tíðartrýst, sum førir til flestu vanlukkur.

Fysisk viðurskifti
Her eru tað serliga viðurskifti kring larm, hita og ljós, sum eyga skal haldast við. Tølini fyri arbeiðskaðar, orsakað av sálarligum arbeiðsumhvørvi, geva í dag neyvan eina rættvísa mynd av støðuni á arbeiðsplássunum, tí vit hava ikki siðvenju at boða arbeiðseftirlitinum frá skaðum, orsakað av sálarligum arbeiðsumhvørvi, men tað eiga vit at gera. Um starvsfólk fer heim úr arbeiði vegna vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi, og er heima ein dag umframt, eigur tilburðurin at meldast til arbeiðseftirlitið. Hetta verður ikki gjørt á skúlum okkara í nóg stóran mun, men tað er avgjørt nakað, vit áttu at raðfest hægri.