Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Navia tekur ímóti ull

Tíðindaskriv

Aftur í ár tekur Navia á Toftum ímóti ull. Ullin skal verða turr og best er, um tann skitnasta ullin er skild frá.

Eitt gávukort, sum er galdandi í 6 mánaðir, verður latið fyri ullina. Fyri gávukortið kanst tú keypa av øllum vørum, ið Navia selur. Hetta umfatar: troyggjur, føroyskt tógv, útlenskt tógv, stokkar, styvlar, jakkar, arbeiðsklæðir og nógv annað.

Gávukortið er galdandi fyri handlarnar hjá Navia í SMS og á Toftum.

Ullamóttøkan byrjar á Toftum mánadagin 3. August. Tikið verður ímóti ull 1. og 2. viku í august mánaði, allar yrkadagar millum kl. 10.00 og 16.00. Latið verður 7,- kr fyri kg.