Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Inntøkurnar hjá almenna føroyska húsarhaldinum eksploderaðar seinastu árini

John William Joensen

Seinastu trý árini hevur almennu føroyar bygt fyri 2 mia. kr… Í politiska orðaskiftinum fanga sparingar hjá almenna geiranum og vantandi pengar yvirskriftir í miðlunum, men sambært Gjaldsstovu Føroya eru inntøkurnar hjá Lands- og kommunukassunum eksploderaðar seinastu árini. Útreiðslurnar hjá landskassanum eru øktar 400 mió. kr síðan 2009 meðan rakstrarútreiðslurnar hjá kommununum eru øktar 1 mia. kr.

Í politiska orðaskiftinum fanga sparingar hjá almenna geiranum og vantandi pengar yvirskriftir í miðlunum, men sambært Gjaldsstovu Føroya eru inntøkurnar hjá Lands- og kommunukassunum eksploderaðar seinastu árini. Útreiðslurnar hjá landskassanum eru øktar 400 mió. kr síðan 2009 meðan rakstrarútreiðslurnar hjá kommununum eru øktar 1 mia. kr.

Rakstrar útreiðslurnar hjá Almenna føroyska húsarhaldinum (Land og Kommunur) setti met í 2014 við 5,1 mia. kr. – harav 3,1 mia. vóru almennar lønir..

Landskassin rindaði í 2014 góðar 2,2 mia. kr. í lønum.

Tórshavnar kommuna 420 mió. kr. og Klaksvíkar Kommuna 80 mió. kr. í lønum.


Inntøkurnar hjá land og kommunum

vóru 4,2 mia. kr. í 1997. Í 2008 – 4,8 mia. kr og verða vantandi í 2015 heilar 7,1 mia. kr. tvs. samlaðu inntøkurna hjá almennu Føroyum eru øktar 2,2 mia. kr. síðan kreppuna í 2008 – ein øking uppá 31%.

Samlaðu inntøkurnar settu met við 7 mia. kr. og í 2015 verða samlaðu inntøkurnar hjá Lands- og kommunu kassum kr. 7,1 mett eftir fíggjarætlanum og fíggjarlóg.

Almennu íløgurnar øktar 200 mió. síðan 2013!!!!

At tað eru nógvur aktivitetur í føroyska samfelagnum í løtuni sæst aftur í løgunum hjá kommunu og landskassunum.

Beint áðrenn kreppuna í 2007 vóru samlaðu almennu íløgurnar 287 mió. kr.

Í 2012 var hetta talið tvífalda til 500 mió. kr.

Í 2014 vóru almennu íløgurnar 700 mió. kr.

Í 2015 er játtað tilsamans 850 mió. kr. til íløgur frá almenna húsarhaldinum í føroyska samfelagið.

Í 2013 bygdu land og kommunur fyri tilsamans 630 mió. kr. og í 2015 eru játtaðar 850 mió. kr. til bygging.

keldur:

http://fg-lksx.gov.fo/lks/gl10.pl?ar=2015&ikmd=vid&listi=ar&niv=hslag&rd=fld