Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upptakt: Tvey skerd lið á Skála

Jákup Ósá

Bæði EB/Streymur og KÍ mangla fleiri lyklaleikarar til landskappingardystin á Skála mánadagin.

Bæði EB/Streymur og KÍ mangla fleiri lyklaleikarar til landskappingardystin á Skála mánadagin.

EB/Streymur hevur í summarsteðginum sagt farvæl til Rasmus Dan Sørensen og Jákup Højgaard, meðan Jens Michael Jensen er farin av landinum og spælir ikki aftur í ár. Arnar Dam er skaddur, Egil á Bø er uttanlands og Marni Djurhuus verður heldur ikki við, verður sagt úr EB/Streymi. Teir báðir royndu Egil á Bø og Marni Djurhuus mannaðu annars miðverjuna seinastu umførini áðrenn summarsteðgin.

Hjá KÍ líkist støðan nógv, tí tað mangla fleiri leikarar til hendan dystin. Páll A. Klettskarð er skaddur og spælir ikki aftur í ár. Kenan Hajdarevic hevur leikbann eftir fimm gul kort og sostatt spælir KÍ uttan báðar sínar álopsleikarar. Harafturat hevur Sani Tahir ikki fingið síni loyvir uppá pláss, meðan tað er sera ivasamt, um Jákup B. Andreasen røkkur dystin vegna skaða. Og uttanfyri vøllin sleppur KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen ikki at stýra liðnum, tí hann er burturvístur frá venjarabonkinum hendan dystin.

Dysturin byrjar kl. 17.00 og dómari verður Eiler Rasmussen.

Harleyfacadeacryl