Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey øvunda Lukas Graham

Danial Viðoy

Lukas Graham sigraði so stórt á Grøn Koncert, at hinir tónleikararnir ivaleyst vórðu grønir av øvund, skrivar ummælari

Lukas Graham sigraði so stórt á Grøn Koncert, at hinir tónleikararnir ivaleyst vórðu grønir av øvund, skrivar ummælari.

Tað skrivar Summar Festivalurin í tíðindaskrivi.

Summar Festival aktuelli Lukas Graham hevði nógv ta bestu framførslun á Grøn Koncert í Valby um vikuskiftið. Tað heldur í øllum førum ummælarin á Ekstrablaðnum Thomas Treo.

Grøn Koncert er tónleikatiltak, har fleiri av fremstu donsku tónleikanøvnunum luttaka.

Ummælarin á Ekstrablaðnum gevur Lukas Graham fimm stjørnur fyri framførsluna og kallar hann stóra sigursharran á konsertini.

– Lukas Graham sigraði so stórt, at hinir tónleikararnir ivaleyst vórðu grønir av øvund, skrivar Thomas Treo.

Ummælarin heldur, at positivu vibratiónirnar sprændu út frá tí unga manninum í undirtroyggini, og hann heldur, at tað er ein fragd at uppliva ein danskan poppsangara, sum veruliga dugir at syngja.

– Lukas má eiga nakrar milliónir í bankanum, men tað var einki samanlíknað við tað yvirskot, hann hevði í Valbyparkini, skrivar Thomas Treo.

Lukas Graham spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.

Harleyfacadeacryl