Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári P. Højgaard: – Same procedure every year

Danial Viðoy

Ólavsøkan 2015: Soleiðis lýsir Kári P. Højgaard Ólavsøkuna. Hon er einsformað, men góð.

Ólavsøkan 2015: Soleiðis lýsir Kári P. Højgaard Ólavsøkuna. Hon er einsformað, men góð.

Ólavsøkan hevur seinastu árini verið einsformað; tað er orsakað av arbeiðnum sum politikkari, sigur fyrrverandi formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum.

– Vit eru ikki ofta har suðuri Ólavsøkuaftan, men Ólavsøkudag møta vit upp og eru í Havnini mest sum allan dagin, sigur Kári P. Højgaard.

– Eftir skyldurnar sum politikkari Ólavsøkudag, plaga vit at spaka okkum oman og niðan eftir Áarvegnum. Og tá ið steypakappingin fyrr var á Ólavsøku var eg til dyst, og serliga um vit átta annað liðið í dystinum.

– Annars eta vit okkum ein bita tá eftir skrúðgonguna og ein góðan nátturðabita seinni á kvøldi á Hafnia ella Hotel Føroyum.

– Eisini hava vit onkuntíð luttikið í basarinum í KFUM.

– Verður orka til miðnáttarsangin í ár, so fara vit heilt víst at syngja við. Tað er serstakt at syngja saman við 10.000 øðrum føroyingum, sigur Kári P. Højgaard at enda.

Harleyfacadeacryl