Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal: – Besta amboðið at vera saman um tað tjóðskaparliga

Danial Viðoy

Ólavsøkan 2015: Ólavsøkan er tað besta amboðið at hitta fólk og at vera saman sosialt um tað tjóðskaparliga, sigur formaðurin í Tjóðveldi.

Ólavsøkan 2015: Ólavsøkan er tað besta amboðið at hitta fólk og at vera saman sosialt um tað tjóðskaparliga, sigur formaðurin í Tjóðveldi.

Høgni Hoydal hevur eisini fastar siðvenjur á Ólavsøku, sum so nógv onnur.

– Ólavsøkuaftan plaga vit at byrja við einum føðingardegi í familjuni og síðani plagdu vit eisini at fara inn á gólvið hjá ommu konu míni áðrenn kappróðurin, men hon doyði fyri stuttum. Í ár fara vit tískil inn á gólvið hjá verforeldrunum áðrenn kappróðurin byrjar, fortelur Høgni Hoydal.

– Eftir kappróðurin vitja vit vinir og kenningar. Sum tað líðir út á kvøldið, ragga vit okkum út og á gongugøtunum hitta vit fleiri vinir og kenningar til hugnalig prát.

Ólavsøkudagur er tann heilt siðbundni dagurin hjá Høgna og familju hansara. Politisku skyldurnar verða fylgdar og eftir tað fer Høgni á fólkafund á doktaragrund, sum hann hevur verið við til seinastu 14 árini.

– So verður eisini farið húsagongd úti á Reyni, áðrenn sjálvur miðnáttarsangurin byrjar, greiðir Høgni frá og sigur víðari:

– Ólavsøkan er tað besta amboðið at hitta fólk og at vera sosialur um tað týdningarmesta, sum er tað tjóðskaparliga. At hitta fólk mann vera meginreglan á Ólavsøku, sigur Høgni Hoydal at enda.