Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórfingin gáva til Klaksvíkar Sjúkrahús frá JFK

Txt og myndir: Oliver Joensen

Í dag var eitt lítið hátíðarhald á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Orsøkin var, at avdúkast skuldi ein gáva, ið JFK hevði latið sjúkrahúsinum.

Tað var Jona Nielsen, fyristøðukvinna, sum bjóðaði vælkomin. Hon segði millum annað í røðu síni, at tá fari var undir nýbyggingina av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, vóru pengar settir av til list, sum í dag er vanlig mannagongd, tá ið um almennar bygningar ræður.

Men, segði Jona Nielsen, tá byggingin var liðug, var ongin peningur eftir til listina. Eg helt, at listafólkini skuldu ikki vera við sviðið soð í hesi nýmótansgerðini av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí fór eg undir at útvega sponsorar til listina. Eg ringdi fyrst til Hanus Hansen, stjóra á JFK, tí eg hugsaði at eg skuldi ringja til nøkur virki her í býnum. Men tað bleiv ikki talan um. Hanus Hansen segði beinan vegin, at hetta skuldi hann taka sær av, og soleiðis bleiv tað.

Víðari segði Jona Nielsen, at tey høvdu valt ein málning frá Edwardi fuglø, tí sum Jona segði – Sjúkrahúsið hevur verið partur av lívi hansara frá barnsbeini av.

Síðani bleiv myndin avdukað. Tað var pápi listarmannin, Jens Jacobsen, ið varð settur til hetta. Jens Jacobsen starvaðist sum portørur við sjúkrahúsið í eitt mannaminni.

Til seinast greiddi listarmaðurin eitt sindur frá um málningin. Hann segði at hann hevði valt at avmyndað eitt landslag við lomvigareggum, vit eru øll upprunaliga komin úr eggum, segði hann. Harafturat hevði hann lagt ymist inn í myndina, nornuna og ein trá, lívstrá um tú vilt, ígjøgnum alla myndina.

Enn eitt meistaraverk eftir Edwardi Fuglø – Tillukku Klaksvíkar Sjúkrahús.