Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo Johannesen: – Eg skal framføra

Danial Viðoy

Ólavsøkan 2015: Løgmaður fer sum vera mann á Ólavsøku, og eru eyguni eisini vend ímóti honum serliga Ólavsøkudag, tá ið løgmansrøðan skal haldast.

Ólavsøkan 2015: Løgmaður fer sum vera mann á Ólavsøku, og eru eyguni eisini vend ímóti honum serliga Ólavsøkudag, tá ið løgmansrøðan skal haldast.

Allir hinir oddfiskarnir í føroyskum politikki hava nevnt løgmansrøðuna sum part av Ólavsøkuni. Her er løgmaður í aðrari støðu enn allir hinir, tí hann skal framføra sjálva røðuna, sum øll snakka um í hesum døgum. – Eg skal syrgja fyri undirhaldinum, ella eg skal levera, sigur løgmaður við einum smíli.

– Jú, tað eru nógvar skyldur vit sum politikkarar hava. Eitt nú skal eg handa steyp eftir kappróðurin í dag. Men annars haldi eg eina hugnaliga Ólavsøku saman við familju og vinum og kenningum, greiðir Kaj Leo frá.

– Eisini fari eg i tivoli saman við synunum. Tað hoyrir til á Ólavsøku, sigur løgmaður fryntliga.

– So er góður matur eisini á skránni hjá vermóður og øðrum fólki. Umframt hugnaliga samveru undir taki, hitti eg eisini nógv góð fólk í Havnargøtum til hugnalig prát. – Og so fari eg sjálvandi eisini til fótbóltsdyst, sigur løgmaður at enda.