Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ólavsøkudagur

Danial Viðoy

Í dag er Ólavsøkudagur 2015. MYNDIR.

Í dag er Ólavsøkudagur 2015.


Tað er ein fagnaðardagur fyri Føroyatjóð. Kenslurnar fyri Føroyum sum land og fólk eru bara vorðnar sterkari seinastu árini. – Sea Shepherd er eisini ein orsøk fyri tí.

Eru tað nakað føroyingar duga væl, er tað at standa saman. Eitt nú sum vit gera viðv. SS-propaganda. Hvør føroyingur hevur ikki deilt tað góðu søguna um Føroyar hesar dagar, tá ið Sea Shepherd hevur roynt tað øvugta?

Føroyar eru, hóast fjølbroytni og mobilitetin, ein eind, ein samlað eind. Hvat er tað ikki fantastiskt, at vit enn hava eina fagnaðarhátíð um árið at feira hesa eindina? Jú!

Sjálvt Norðlýsið dámar hesa hátíðina, sum heldur til, har høvuðsstaðarpressan býr. Góða Ólavsøku!

SÍ MYNDIR NIÐANFYRI: