Tað er sum í gomlum døgum, tá ein hyggur eftir bryggjuni á Kósini.
Tað er sum í gomlum døgum, tá ein hyggur eftir bryggjuni á Kósini.
Vestmenningur og Skoraberg hava tilsamans 360.000 pund av gulllaksi. Polarhav og Stjørnan brutu túrin av vegna maskintrupulleikar. Teir hava tilsamans 180.000 pund av gulllaksi.
Pison hevur roynt undir Føroyum og hevur 90.000 pund. Meginparturin er longa.
Norsøkið og Líðhamar hava roynt á snelluveiðu í Íslandi. Líðhamar hevur 60.000 pund, meðan Norðsøki hevur 50.000 pund. Nærum alt hjá teimum báðum er upsi. Teir fóru báðir avstað 17. juli.




