Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ byrjar altíð syndarliga illa eftir summarsteðgin

Jákup Ósá

Úrslitið á Skála mánadagin kundi bent á, at kappingarárið 2015 verður eins og 2014, 2013, 2012 og 2011.

Úrslitið á Skála mánadagin kundi bent á, at 2015 verður eins og 2014, 2013, 2012 og 2011.

Líka síðani KÍ flutti upp í 2011, so hevur KÍ havt stórar trupulleikar við at fingið nøkur úrslit eftir summarsteðgin. Tað er bara einaferð komið fyri, at liðið hevur vunnið ein dyst fyrstu 5 umførini eftir summarsteðgin. Og tað árið (2012) fekk liðið bara 12 stig fyri 11 teir fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin.

Niðanfyri kunnu úrslitini fyrstu umførini eftir summarsteðgin síggjast:

2015

18. umfar(27. juli): EB/Streymur-KÍ 4-4

2014

16. umfar (29. juli): B36-KÍ 2-1

17. umfar (3. august): KÍ-NSÍ 2-2

18. umfar (8. august): KÍ-B68 0-0

19. umfar (17. august): ÍF-KÍ 1-1

20. umfar (20. august): Víkingur-KÍ 1-1

21. umfar (24. august): B36-KÍ 0-1

Viðmerkingar: Her gingu tað 6 dystir, áðrenn KÍ vann nakran dyst eftir summarsteðgin. Fyrstu 5 dystirnir góvu KÍ 4 stig.

2013

16. umfar (21. juli): HB-KÍ 3-0

17. umfar (27. juli): 07Vestur-KÍ 2-1

18. umfar (4. august): KÍ-Víkingur 1-2

19. umfar (10. august): KÍ-ÍF 2-2

20. umfar (18. august): KÍ-HB 3-3

21. umfar (31. august): KÍ-TB 2-3

22. umfar (15. september): NSÍ-KÍ 4-3

23. umfar (20. september): B36-KÍ 2-1

24. umfar (28. september): KÍ-EB/Streymur 3-3

25. umfar (5. oktober): AB-KÍ 0-1

Viðmerkingar: Her gingu tað 10 dystir, áðrenn KÍ vann nakran dyst eftir summarsteðgin. Fyrstu 9 dystirnir góvu KÍ 3 stig. Tað gjørdi, at KÍ endaði í niðurflytingarvanda eftir 24. umfar.

2012

16. umfar (22. juli): TB-KÍ 1-6

17. umfar (27. juli): KÍ-Víkingur 3-3

18. umfar (3. august): KÍ-EB/Streymur 1-3

19. umfar (11. august): ÍF-KÍ 5-2

20. umfar (19. august): KÍ-HB 1-2

21. umfar (29. august): B68-KÍ 1-3

22. umfar (2. september): KÍ-NSÍ 2-1

23. umfar (12. september): KÍ-TB 1-1

24. umfar (16. september): EB/Streymur-KÍ 1-1

25. umfar (23. september): KÍ-B36 3-4

26. umfar (29. september): Víkingur-KÍ 4-3

27. umfar (6. oktober): KÍ-FC Suðuroy 7-1

Viðmerkingar: Her gingu tað 6 dystir, áðrenn KÍ vann sín næsta sigur eftir summarsteðgin. Hetta er einasta undantak, har KÍ megnar at vinna ein dyst eftir summarsteðgin áðrenn 6 dystir eru spældir. Gongdin eftir summarsteðgin er tó nógv verri enn áðrenn summarsteðgin, tí eftir at KÍ lá nummar 1 eftir 17. umfør, so datt liðið aftur á 4. pláss, tá kappingin var av. Teir fyrstu 11 dystirnir eftir summarsteðgin góvu 12 stig

2011

14. umfar (1. august): B68-KÍ 3-0

15. umfar (6. august): KÍ-B71 1-2

16. umfar (14. august): KÍ-EB/Streymur 1-3

17. umfar (17. august): NSÍ-KÍ 3-3

18. umfar (21. august): KÍ-HB 2-2

19. umfar (27. august): ÍF-KÍ 0-1

20. umfar (11. september): 07Vestur-KÍ 2-2

21. umfar (14. september): KÍ-B36 0-3

22. umfar (18. september): EB/Streymur-KÍ 3-0

Viðmerkingar: Her gingu tað 6 dystir, áðrenn KÍ vann nakran dyst eftir summarsteðgin. Fyrstu 5 dystirnir góvu KÍ 2 stig. Og fyri fyrstu 9 dystirnar eftir summarsteðgin fekk KÍ bara 6 stig og endaði í niðurflytingarvanda eftir 22. umfar, tá KÍ bara var 1 stig yvir niðurflytingarstrikuni.

Spurningurin er so, um hendan siðvenjan fer at halda fram í 2015? Komandi dystirnir hjá KÍ eru móti Víkingi (úti), HB (heima), TB (úti) og FC Suðuroy (úti).