Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góði útiseti

Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Nú kanst tú – ið ert lesandi uttanlands – vera við til at avgera, hvørt vit skulu halda áfram við verandi stjórn í landinum, ella um vit skulu hava nýggja stjórn og nýggjan politikk.

Men hesin møguleikin kemur ikki av sær sjálvum. Tú mást senda eina umsókn um valrætt til ta kommunu í Føroyum, ið tú hevði bústað í áðrenn tú flutti av landinum.

Og hevur tú ikki longu gjørt hetta, so má hetta gerast beinanvegin. Tí løgtingsvalið verður 1. september, og kommunan skal hava góðkent tína umsókn um valrætt í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn sjálvan valdagin.Sostatt eru bert fáir dagar eftir at avgreiða hetta í.

Tað sum gerast skal, er at útfylla umsóknarblað, ið tú finnur her: http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1670.

Neyðugt er eisini við váttan frá lærustovni tínum um, at tú ert lesandi har. Tá kommunan hevur viðgjørt og góðkent tína umsókn, fært tú møguleikan at atkvøða við brævatkvøðu.

Vóni at valluttøkan verður so stór sum møgulig, og at eisini tú fert at nýta tín rætt til at atkvøða – og harvið nýta tín møguleika at ávirka, hvør politikkur skal fremjast og hvørja kós Føroyar skulu á komandi árini.

Hvør einasta atkvøða verður avgerandi – eisini tín.

Latið okkum saman seta nýggja kós og tryggja framtíð Føroya.

Kristina Háfoss 

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi