Øll vita at tað hevur veri lítið av fiski tey seinastu árini, og veiðutrýsti hevur verið so lágt, at tað ikki hóttur nakran fiskastovn.
Tilráðingin frá Havstovuni er, at allir óbrúktir fiskidagar eftur toski skullu inndragast. Og helvtin av teimum brúktu skullu eisini inndragast. Til hesa tilráðing skulla tøl frá 2013-14 brúkast. Tað vil siga at fiskidagatalið hjá teimum, sum fiska tosk, fer frá 16182 tillutaðum døgum, niður í 3634, sum er helvtin av teimum brúktu døgunum, og 8914 óbrúktir dagar skullu takast vekk
.
Hjá trolarum, sum fiska upsa, har skullu allir óbrúktir dagar takast vekk á ytru leið, frá 1530 niður í 797, og á innaru leið, frá 4441 niður í 3916.
Hetta hevur einki við nakran veruleika at gera, bert papírarbeiði. Ikki er tað frítt at hetta minnur um eina endurtøku av tí sum hendi fyrst í 90’inum, tá Havstovan meldaði út at allur toskruin var uppfiskaður, men kortini kom aftur eftir fáum mánaðum, sjálvt um veiðitrýsti ongantíð hevur verði størri enn tá
Meiningin við dagaskipanini var, at hon skuldi vera sjálvvirkandi og tá lítið av fiski er, liggja skipini og fara útaftur tá fiskurin er komin aftur . Hetta skuldi veri ein góð skipan, men Havstovan hevur roynt at lagt fót fyri skipanina frá fyrsta degi av.
Avleiðingarnar av at skerja fiskidagar ella kvotur, hevur við sær at fleiri loyvir muga leggjast saman. Tað eru dømir um at reiðaríðir hava keypt skip við 1 og 2 loyvum, fyri at leggja tey og brúka loyvini til annað skip. Hetta verður gjørt fyri at fáa nokk av døgum til eitt skip, men ein avleiðing av hesum er, at skipini sum eru eftur, koma at standa í so nógvum pengun, at bert nøkur fá pengasterk føroysk feløg megna at yvirliva. Meginparturin av loyvunum vera keypt av útlendskum feløgum og um dagatalið verður minka, nú veiðutrýsti er so lágt, eiga útlensk feløg skjótt øll fiskiloyvir í Føroyum.
Her eru nøkur dømi um hvat skip og bátar sum fiska tosk koma at hava av fiskidøgum eftur tilráðing frá havstovuni. (Er viðheft niðanfyri á mynd)
Kemur hetta tilmæli ígjøgnum,ferð næstan allir flotin á heysin,og útlendingar fara við øllum loyvum. Tað blívur størsta skandala í Føroyaski søgu
Vestmanna 31 07 2015
Eyðun Hansen




