Hans Jakku Fuglø upplivdi krígsárini og frásøgumaður er hann av teimum bestu. Her greiður hann frá hvussu hann upplivdi atsóknirnar týskir flúgvarar gjørdu á Klaksvíkina fyri 74 árum síðan. Umframt at Klaksvík var fyri fleiri bumbuálopum, skut týsku flúgvararnir við kanónum eftir øllum, og fleiri hús fingu stóran skaða. Føroya Sjómannadagur skipar fyri fyrilestrum og serligum minningarhaldið í samband við at 70 ár eru liðin síðan seinri heimsbardagi endaði.

Bumbuflogfør undir krígnum from Norðlýsið on Vimeo.
SÍ VIDEO NIÐAST
Í ár eru 70 ár síðan seinri heimsbardagi endaði. Føroyar mistu í árunum 1940-45 tilsamans 39 skip, svarandi til meira enn 26 % av samlaða skips-tonsatalinum, og umleið 200 menn, svarandi til nærum 1 % av fólkatalinum. Eftir sótu nógvar ungar einkjur og faðirleys børn.
Brot úr skránni fyri Føroya SJómannadag 2015:
Framsýning í deildini hjá EIK
Krígssavnið sýnir fram myndir av skipum ið vóru atsøkt ella fórust undir seinra heimsbardaga.
Tá týskurin bumbaði Klaksvík – fyrilestur við Andras Sólstein, søgufrøðingi.
Eisini greiður vitni frá hvussu hann sum smádrongur sá týskar flúgvarar skjóta og sleppa bumbum.
Føroysk skip sum fórust ella vóru atsøkt Stríðsárini 1939 – 1945.
Jógvan Arge, rithøvundur, heldur fyrilestur í Skúlanum við Ósánna.
70 ár síðan seinri heimsbardagi endaði
Verður serlig løta í samband við at 70 ár eru liðin síðan Seinri Heimsbardagi endaði.
Uni Næs, dómpróstur, flytur fram røðu og nøvnini á teimum sum fórust við føroyskum skipum undir Seinra Heimsbardaga verða lisin upp.
Sangarar úr Tjørnuvík syngja KINGO.