Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kópablóðið rennur enn í æðrunum

Oliver Joensen

Tað segði Sjúrður Skaale, í røðu síni á Stórakneysa í Mikladali. Røðan hjá Sjúrða mundi falla í góða jørð, tí lógvabrestirnir og láturin mundu ongan enda fingið.

Niðanfyri, røðan hjá Sjúrða og nakrar myndir:


(Tala hildin á Kópakonudegnum 1. august 2015)

Fyri einum 20 árum síðani búði eg beint við Plaza de Espana mitt í spanska høvuðsstaðnum Madrid.

Har var ein stór standmynd. Ikki av nakrari krígshetju ella nøkrum øðrum av landsins ediligu synum – men av høvuðspersóninum úr bókini Don Quijote de la Mancha. Og tað er ikki bara í Madrid, at tann øri riddarin sum bardist móti vindmyllunum er at finna. Hann er høgdur í stein ella stoyptur í bronsu um alt Spania – og allastaðni kunnu ferðafólk keypa smáar borðstandmyndir av honum.

Men hví Don Quijote? Hví ikki Columbus ella Picasso ella Placido Domingo, ella onkur hetja frá veruleikanum?

Tað er tí at søgan um tann stóra, men ikki serliga realistiska romantikaran Don Quijote sigur meira um ta sponsku fólkasálina, enn nakar veruligur persónur.

Tann kendasta standmyndin í Danmark er úr einum ævintýri hjá danska tjóðarskaldinum HC Andersen – og í fjør fingu vit so endiliga eina standmynd, sum dregur fram eina góða og vísa frásøgn úr okkara egna skaldskapi.

Umboðar alt landið

Hóast søgnin er higani, og hóast norðingar reistu standmyndina, so umboðar kópakonan allar føroyingar. Hon fortelur um lívið og treytirnar hjá okkum, sum búgva her, mitt í sjónum.

Tað var úr sjónum, at mikladalsmaðurin fekk sítt vív, og tað er eisini úr sjónum, at okkara virðismestu ognir koma.

Kópakonan gav manninum tey børn, sum hann gjørdist faðir at, og tað er eisini lívið í sjónum, sum gevur okkum lívið uppi á landi.

Mikladalsmaðurin fekk nógv úr havinum – men hann og børnini kendu stóra pínu, tá havið kravdi aftur, og konan og mamman sníkti seg út aftur í bylgjurnar. Á sama hátt hevur okkara tilknýti til lívið í havinum stundum við sær øgiligan miss. Sum Hans Andrias sigur:

Brátt havið bláa fevnir teir,
tað gevur fong og fæ
og letur mikið, stundum meir
tó aftur krevur tað.

Mikladalsmaðurin og børnini vóru framvegis knýtt at teirri konu sum seinni svam sum kópur við støðna í Mikladali – og soleiðis heldur okkara tilknýti til sjógvin eisini fram uttan mun til, hvat okkum er fyri.

Børnini sóu mammuna og longdust eftir henni, tá hon úr sjónum hugdi at teimum, meðan tey spældu við sjóvarmálan. Hennara eygu vóru full av longsli; teirra eygu vóru full av longsli – men hóast tey vóru so nær, vóru tey óendaliga langt hvør frá øðrum. Tí havið var ímillum.

Og soleiðis sum sjógvurin bæði knýtti tey saman og skildi tey sundur, so hevur hann eisini skilt sundur føroysk hjún, vinir, foreldur og børn eftir at sami sjógvur hevði knýtt saman bondini millum tey. Jákup Dahl lýsir støðuna hjá so mongum, tá hann sigur:

“Mangan havi eg brattan farið,
so kaldan dúr eg títt fekk. –
Eygað vatnaðist av tungum tári,
tá sonur mín burtur gekk.”

Føroyar í stovur kring heimin

Í vetur var eg saman við teirri sosialdemokratisku tingmanningini í Klaksvík og vitjaði Look North, har háteknologisk tól kombinerað við tað vinska høvdið á Árna Skaale, skyldmanninum, ganda fram eina rúgvu av lutum til bæði alivinnuna, fiskivinnuna og onnur endamál.

Men tá hevði trýmenningurin júst fingið eitt nýtt hugskot: Nú skuldu teir hópframleiða kópakonur!

Síðani hava teir, í samstarvi við Hans Paula Olsen, listarmann, gjørt royndir við ymiskum støddum og litum – og her standi eg nú við tí fyrsta eintakinum av eini borðstandmynd, sum í komandi tíðum fer at standa á hyllum kring allan heimin og minna fólk á ta ferðina, tá tey vitjaðu eitt lítið land í Norðuratlantshavi.

Eg vóni at ferðavinnan tekur hugskotið til sín og fer at nýta kópakonuna beinleiðis í síni marknaðarføring. Latið okkum semjast um at gera hana til okkara Don Quijote, okkara lítlu havfrúgv, okkara frælsisgudinnu. Til eina ímynd av Føroyum. Tað er so upplagt, tí eitt ferðafólk, sum hevur kópakonuna í hondini, hevur søguna um lívið á hesum klettum í hondini. Hon vísir, at her býr eitt fólk, sum livir í sjónum, við sjónum og av sjónum.

Ella sum Gunnar Hoydal sigur tað:

Her mitt í sjónum
her mitt í øllum vøtnum
tað syngur allastaðni vit
eru her.

Tí kunnu vit eisini taka støði í kópakonuni, tá vit tosa við teir fantastar, sum í hesum døgum føra sítt kríggj móti okkara rætti at drepa og eta grind. Vit hoyra til havið, og havið hoyrir til okkum eins og mikladalsmaðurin og kópakonan hoyrdu hvørt til annað.

Kópablóð í æðrunum

Tá Olivur Thomsen bað meg siga nøkur orð í dag segði hann orsøkina vera, at eg havi tilknýti til Kalsoynna. So eg má eisini siga eitt sindur um tað.

Langabbi mín var úr Miðstovuni á Syðradali. Hann flutti til Trøllanesar har omma mín var fødd, og pápi mín vaks upp í Mikladali.

Og tað er jú soleiðis, at nøkur teirra, sum hava kalsoyarblóð rennandi í sínum æðrum, eru slektað beinleiðis frá Kópakonuni. Tað sigur søgnin – men eg hugsi, at tað er meira enn bara søgn.

Tí millum hesi fólkini eru fleiri menn úr míni egnu ætt.

Havið liggur konstant og dregur í teir, sum ein magnetur dregur jarn – á sama hátt sum forfedrarnir, ið sum børn vóru drignir at mammu síni, tá hon lá her út fyri Stórakneysa, og hugdi uppá teir við sínum stóru, myrku kópaeygum.

Kalsoyingar eru tiltiknir hegnismenn, bæði til at smíða træ og ikki minst jarn – sum vit nú síggja dømi um við smiðjuni hjá Mikkjali hjá Jógvani á Trøllanesi. Nakrir av landsins mætastu listarmonnum koma eisini higani – og tá tað ræður um at fáa jørðina at kasta av sær, verða kalsoyingar ikki tiknir.

Men tað eru eisini fólk higani úr oynni, sum hvørki smíða ella velta og tíðansheldur mála.

Alt, sum melur í teira huga, er sjógvurin. Tað eru teir við kópablóðinum!

Tá eg var smádrongur tók pápi mín meg nakrar ferðir við til útróðrar við Tindi, sum Pól, ommubeiggin, í áratíggju róði út við úr Klaksvík.

Tindur fiskaðu serstakliga væl – og mong undraðust á, hvussu Pól bar seg at. Tey undraðust eisini á hví so nógvir av manningini høvdu kalsoyareftirnøvn. Itu teir ikki Joensen, ja, so itu Glerfoss ella Østerø.

Men sum sagt – eg slapp sjálvur við nakrar ferðir, og nú skal eg siga tykkum eitt loyndarmál, sum ongantíð áður er drigið fram í ljós: Hví fiskaði Tindur so væl? Well – er er tað nakar sum veit hvar fiskur er at fáa, so er tað kópur – og hesir menninir vóru hálvir kópar!

Tá teir ikki vóru á sjónum, tosaðu teir um sjógvin ella gjørdu klárt til at fara á sjógvin. Sjálvt tá pápi mín fyri tveimum árum síðani legði eyguni saman fyri seinastu ferð, lá hann á Landssjúkrahúsinum og hugdi við longsli út á sjógvin. Tað var sum um, at hann sá tvey sorgfull kópaeygu, sum saknaðu hann har úti.

Tað er eingin ivi. Tú sært beinanvegin, hvør kemur av kópaættini: tann bláa bylgjan er teirra heim. Og tá styrkin er farin, vilja teir bara leiðast einaferð enn út á dekkið til at ganga sína seinastu vakt.

Eg kann nevna okkurt dømi: Hanus Hansen er her í dag, síggi eg. Hann er slektaður higani – og har er einki at fara skeivur av – maðurin er nær skyldur við kóp. Onkur abbasonur Meinhard Mikladal er eisini her – teir stremba uppeftir, so har er heldur eingin ivi: ongar kópaílegur.

Í dag er kalsoyarblóðið spjatt út um alt landið, men drátturin frá havinum fornoktar seg ikki hjá teimum, sum bera kópaílegurnar í kroppinum. Havnardreingir egna ikki longur. Men eg havi ein 14 ára gamlan son, sum av onkrum ókendum mátti verður drigin úr høvuðsstaðsins mongu tilboðum og oman í teir fáu egningarskúrarnar sum eru eftir har suðuri. Og leygardagin, tá onnur havnafólk marsjeraðu fyri rættindum til samkynd, lá hann í ein landnyrðing úr Kirkjubønesi við hemaralínu.

Konan skilir tað ikki, og eg tori næstan ikki at siga sannleikan fyri henni: Drongurin hevur kópablóð.

Tveir lyklar

Jú, tað sum hendi hina náttina á hesum staðið, tá gandamátturin og skaldskapurin runnu saman í eina hægri eind – tað dregur framvegis sínar slóir gjøgnum tjóðina.

Og kanska tað kann vísa okkum veg inn í framtíðina eisini. Eg haldi meg vita, hvat mikladalsmaðurin hevði sagt, um hann stóð ímillum okkum í dag og fekk at vita, at landsins kvinnur eru ov fáar: ”Íðan”, hevði hann svarað, “tað er ovmikið av kópi til!”

Men so hevði hann lagt afturat: ”Tit mugu eisini læra av mínum royndum. Lívið í havinum letur seg ikki spotta, og vit kunnu ikki treytaleyst leggja tað undir okkum. Fara vit ikki varliga og virðiliga við tí ríkidømi, sum havi býður okkum, so hevnir tað seg aftur. Tað er ikki bara ein lykil til eitt gott samlív – tað mugu vera tveir”.