Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í sirmi og oysandi regni fingu vit tónleik í heimsflokki í Mikladali

Oliver Joensen

Martin Joensen, Rani Nolsøe, Ingibjørg Hansen, Eivør Pállsdóttir, Asta højgaard og Jógvan Joensen, seinasti kendur frá x-factor førdu okkum inn í tónleikin ígjøgnum nógvar ymiskar hurðar.

Meg bergtók Eivør við síni framførðslu av “Trøllabundin”. Framførslan var á Stórakneysa og okkulta standmyndin hála hellin ófrættakenda gjógvin og dunið frá fossinum, alt ímeðan ljóðið og angin frá havinum sungu við, finnst valla hóskiligari pallur til hesa framførsluna – hetta má upplivast live.

Men tað vóru ikki bert míni oyru til staðar. Legði merki til, at ímeðan Jógvan Joensen framførdi á pallinum í túninum, stóð ein smágenta , neyvan meira enn 5-7 ár og sang við, hon dugdi hvørt einasta orð.

Martin Joensen  og Asta Højgaard framførdu eisini eina duett, samstundis sum tey bæði eisini hvør sær høvdu framførslurið fingu lógvabrestirnar at runga. Martin er meistarin ímeðan Asta helst er ein av teimum, ið skulu taka við.

Rani og Ingibjørg. Tað eydnaðist mær tíverri ikki at hoyra teirra framførslur. Satt at siga, so var ætlanin at eg skuldi halda áfram í kirkjuni seinni og á Trøllanesi, men eg mátti kapitulera tá dagurin fór at halla, tí “battaríini” vóru heilt einfalt fløt hjá mær, so eg valdi at fara aftur til hús eftir ein langan arbeiðisdag og fleiri beint frammanundan. Spell.