Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pensiónin til útslitnar sjómenn

Nordlysid

Í september 2014 setti undirritaða fram skrivligan fyrispurning um pensión til útslitnar sjómenn. Heilt stutt kann sigast, at hetta snúði seg um pensión til sjómenn, sum eru útslitnir áðrenn vanligan pensiónsaldur. Hetta orsakað av arbeiðsskaðum eftir hart og tungt arbeiði á sjónum eftir langt og drúgt arbeiðslív. Í nógvum førum kunnu hesir heldur ikki gera annað arbeiði.

Í Sept. 2014  settiundirritaða   fram skrivliganfyrispurning um pensión til útslitnar sjómenn. Heilt stutt kann sigast, at hetta snúði seg um pensión til sjómenn, sumeru útslitnir áðrenn vanligan pensiónsaldur. Hetta orsakað av arbeiðsskaðumeftir hart og tungt arbeiði á sjónum eftir langt og drúgt arbeiðslív. Í nógvum førumkunnu hesir heldur ikki gera annað arbeiði.


Stórt forstáilsi var fyri hesum og, málið kom við í arbeiðið viðvíkjandi nýggjapensiónsreforminum. Í arbeiðsbólkinum verður eisini arbeitt viðfyritíðarpensión til aðrar vinnubólkar.

Nú val bleiv útskrivað, steðgaði hetta arbeiðið. Verði eg afturvald á løgtingsvalinum1. september og fái ávirkan, vil egframhaldandi stríðast fyri hesum málinum. 

Hetta er veruliga eitt mál, sum eg brenni fyri, og sum egikki ætli mær at sleppa. Eitt land, sum vit ofta plaga at samanlíkna okkum við,tá talan er um sjóvinnu, er Ísland. Har er ein serstøk sjómannapensión, sumkann geva sjófólkum full pensiónsrættindi aftaná 60 ára aldur undir nærriásettu treytum. Hetta kundi verið vert hjá okkum at hugt nærri eftir.

Við vón um  gottfólkafloksval.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur