Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen stillar upp til Løgtingsvalið

Jákup Mikkelsen, valevni Fólkaflokksins.

Vit náddu óvanliga nógv hetta valskeiðið, men enn eru fleiri týðandi mál eg fari at stríðast fyri.

Vit náddu óvanliga nógv hetta valskeiðið, men enn eru fleiri týðandi mál eg fari at stríðast fyri.

Tunnlarnir Norð um Fjall skulu bjóðast út ongantíð ov skjótt. Øll sum koyra ígjøgnum hesar tunnlar vita hvussu týdningarmikið tað er at fremja hesa verkætlan. Vit kunnu á ongan hátt liva við, at verkætlan letur bíða. Til tað er hetta vorðið ein alt ov vandamikil farleið, nú ferðslan økist dag frá degi. Virksemi norðanfyri er munandi økt og tí er eisini sera nógv tung ferðsla, sum ferð eftir ferð skapar ferðsluproppar í tunnlunum til stóran bága fyri tey ferðandi og sum økir vandan munandi. Eg fari at stríðast alt eg eri mentur til at fáa hesa verkætlan í gongd og eg eri sannførdur um at tað fer at eydnast.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur brúk fyri framhaldandi út- og umbygging fyri at hava eitt trygt og økt virksemi. Nú stendur ein íløga fyri framman til nýmótansger av dag ambulatorium, sum samstundis fer at bøta um umstøðurnar hjá serlæknum. Neyðugt er við nútímansgerð av skaðastovuni, og vit eiga at fara undir at skapa karmar fyri neurologiskari endurvenjing í “Gula Húsi”.


Byrgingin um Haraldssund liggur sum ein skomm. Hetta ætli eg mær at gera nakað við. Nú eru so mong ár liðin síðan henda byrging varð gjørd, men ongantíð liðugtgjørd. Hetta kann ikki góðtakast tí tað er á ongan hátt vandaleyst at koyra tvøruum hesa byrging og eg fari at stríðast fyri at Byrgingin um Haraldssund verður liðugtgjørd so skjótt sum tilber. Alt annað er óvirðiligt.


Jákup Mikkelsen, valevni Fólkaflokksins.