Eg vil fegin skriva nøkur orð um kæra bróður mín Zacharias Zachariassen, sum 6. august fyllir 80 ár. Tað virkar ótrúligt, at hann skal vera komin so høgt upp í árini.
Zacharias er sonur Jákup og Annu Malenu, sum vanliga varð kallað Annilena. Tey livdu ávikavist til 1991 og 1998. Jákup, pápi, gjørdist 81 ár, og mamma 83 ár.
Zacharias er elstur av 7 systkjum, sum øll liva enn. Tey eru Hermundur, sum býr á Argjum, Marni, sum býr í Vejle, Hallbjørg, sum býr í Aarhus, Arnbjørg, sum býr í Fredericia, Flóvin Tyril, sum býr í Norðragøtu, og eg, Jan, sum búgvi í Brejning. Tað eru bert Zacharias og Flóvin, sum hoyra, meðan vit onnur vórðu fødd deyv.
Zacharias var 16½ ár, tá ið eg varð føddur. Vit hava verið nógv samanbundnir gjøgnum árini. Hann hugsaði nógv um, hví hann skuldi hoyra, tá ið 5 systkin vóru deyv. Hetta var við til, at hann seinni valdi at fara í heiltíðartænastu fyri Harran, tí hann vildi geva Harranum æruna fyri, at hann fekk oyru at hoyra við og munn at tala við.
Fyri at kunna samskifta við systkini, noyddist hann at gera sítt egna teknmál, tí eingin deyvaskúli ella undirvísing í teknmáli var í Føroyum tá. Hermundur og Marni noyddust at fara niður á deyvaskúla í 1946, síðan tvíburasystrarnar í 1949. Tey komu heim í summar- og jólafrí. Eg varð føddur í 1952 sum eftirnølari, nærum 9 ár eftir Flóvin. Zacharias hevði lært seg væl at samskifta við okkum deyvu systkini, so hann dugdi betur at tosa við okkum enn foreldrini. Zacharias greiddi mær skilliga frá um Harran, og eg vildi sleppa at hoyra umaftur og umaftur. Vit svóvu í sama kamari, og hann kundi í fleiri tímar práta við meg. Onkuntíð talaðu foreldrini at, tí tað kundi vera blivið í so seint, og vit skuldu jú sova. Hetta var ein spennandi tíð.
Zacharias fór í læru sum blikksmiður hjá Mariu Poulsen í Havn, so eg kom ikki at síggja hann nógv tá, bert um vikuskiftini. Men eg minnist sera væl, tá ið pápi fór til skips og mamma var sjúk og noyddist á sjúkrahús, at eg mátti búgva á Barnaheiminum í Havn eina tíð. Zacharias fylgdi mær hagar, og tá ið vit noyddust at skiljast, græt eg illa og vildi hava hann at vera saman við mær. Hann sat tolin við seingina, inntil eg sovnaði. Síðan fór hann heim, men eg vaknaði upp mitt um náttina og hvakk við, tá ið eg sá, at hann var farin. Eg rann runt á Barnaheiminum og græt illa og fekk klumpar í hálsin. Eg kundi ofta rýma av Barnaheiminum og fara hagar, sum Zacharias búði, men onkuntíð var hann ikki heima, so eg sat har, inntil hann kom. Soleiðis havi eg altíð kent meg serliga bundnan at honum.
Hann fór á bíbliuskúla í Onglandi í 4 ár, og hann sendi mær fleiri myndabøkur við bíbliusøgum, sum eg var glaður og spentur at hyggja og blaða í. Eg fór á deyvaskúla í Danmark um tað mundið, tá ið eg var 9 ár. Tá var hann var liðugur við skúlan í Onglandi. Vit vóru so saman heima um nýggjárið. Beint eftir nýggjár fylti eg 10 ár, men eg vildi ikki aftur til Danmarkar. Foreldrini fingu einki gjørt, men so kom Zacharias og segði mær, at hann skuldi niður til Danmarkar, og hann skuldi fylgja mær. Tá bleiv eg glaður og vildi fegin fara við honum. Hann fylgdi mær á deyvaskúlan hvørt vikuskifti. Annars vitjaðu vit fleiri útisetar, t.d. Rodmund í Liða, Jógvan Sundstein og mong onnur, sum vit kendu. Eisini komu vit á føroysku møtini ymsastaðni í Keypmannahavn. Hetta var ein minnisrík tíð. Men hann noyddist at fara heim aftur eftir hálvan annan mánað. Eg græt illa og segði, at hann skuldi vera saman við mær til summarfrítíðina. Vit vitjaðu systkinabarnið Petur Leitisstein, sum lærdi til grannskoðara saman við konu síni Jytte. Zacharias spurdi tey, um eg kundi vitja tey um vikuskiftini. Tað var alt í lagi, so eg samtykti og gekk so við til, at Zacharias fór heim til Føroya.
Eg var glaður, at eg slapp undan at fara aftur til Danmarkar um summarið, men ístaðin slapp at ganga á nýstovnaða Deyvaskúlan á Skansavegnum í Havn. Hetta var um heystið 1962, so eg fekk fleiri møguleikar at hitta Zacharias ymsastaðni í Havn, tá ið hann hevði bíbliuskúla og fleiri ferðir talaði í Ebenezer, men eg fekk einki burtur úr talunum. Eg vitjaði hann ofta og spurdi hann nógv, hvat hann talaði og undirvísti um, tí eg vildi vita tað. Hann fortaldi mær so, hvat hann hevði tosað um, og eg varð leiddur til Harran Jesus Kristus og
tók ímóti Honum sum 15 ára gamal. Hann hevur sostatt havt nógva ávirkan á lív mítt, sum eg kann takka honum fyri sum eina dýrabara gávu frá Harranum.
Eg kom at vera nógv saman við honum í arbeiðinum á forlagnum Røddini og seinni Leirkerinum. Hann hevur havt serligar gávur at skriva, bæði greinar og bøkur, eisini at yrkja og at umseta sangir. Eg kundi einki gera av tí, sum hann gjørdi, orsakað av breki mínum sum deyvur, tí eg hevði ringt við tala og at greiða frá. Eg vildi, at hann skuldi vera trúboðari fyri deyv, men Harrin læt meg vita, at eg kundi sjálvur fara út í hesa tænastu. Zacharias var fyri meg ein stór fyrimynd, at eg kundi tæna Harranum á serstakan hátt millum deyv. Hetta takki eg honum fyri. Hann skrivar og talar, men eg noyðist at bera boðskapin øðrvísi fram. Eg havi brúkt teknmál, sum er tikið upp á sjónband, og síðan sent við alnetinum, sum deyv so kunnu síggja.
Zacharias eigur 5 synir, Dániel, Jákup, Jógvan, Arni og Pætur. So eigur hann eisini 10 abbabørn og 2 langabbabørn. Hann býr í Mortansstovu saman við Lis Ziskasen úr Klaksvík.
Eg takki Harranum fyri, hvat hann hevur verið fyri meg og hjálpt mær við, tá ið havi verið í Føroyum. Hann hevur tulkað fyri meg á møtunum kring landið. Má Harrin signa hann ríkliga saman við familju síni og tí virksemi, sum hann hevur staðið í, og fer at standa í, so leingi, sum hann megnar tað.
Stóra tøkk skalt tú eiga!
Beiggi tín Jan




