Metstór luttøka á endaliga uppstillingarfundi í Vága Tjóðveldisfelag mánakvøldið 3. august.
Mánakvøldið var 3. og endaligi uppstillingarfundur hjá Vága Tjóðveldisfelag í Beitishúsinum í Miðvági. Nógv fólk var møtt á fundi, og vóru tey einmælt samd um at stilla Biritu á Løgmansbø Bláhamar og Ingolf Sólheim Olsen upp til løgtingsvalið 1. september.
Bert einaferð síðan 1954, tá D.P Danielsen var á Løgtingi, hevur Vága Tjóðveldisfelag havt umboðan har. Tað var tá Sólfríð Fjallsbak í 2008 var inni í tvær vikur sum eykaumboð – henni vantaði bert fáar atkvøður í at vera fyrstvald.
Men undirtøkan á seinasta uppstillingarfundi hesaferð og eldhugin hjá teimum møttu og valevnunum geva vónir um eitt gott val hjá Tjóðveldi í Vágum.
Við at stilla eina kvinnu og ein mann upp, hevur Vága Tjóðveldisfelag megnað at liva upp til reglurnar, sum vórðu samtyktar á eyka 窱okstingi í fjør. Eftir teimum, skal í minsta lagi ein kvinna og ein maður stillast upp í Vágum.
Nú fer felagið til verka at manna eitt toymi av eldhugaðum tjóðveldisfólki, sum fara at stríðast fyri einum góðum úrsliti á valinum.




