Fyri løtu síðan løgdu tjóðveldi fram misálit á løgmann men Javnaðarflokkurin vildi ikki skrivað undir.
Fyri løtu síðan løgdu tjóðveldi fram misálit á løgmann men Javnaðarflokkurin vildi ikki skrivað undir
Um løgtingið í dag fer at samtykkja misálit á Kaj Leo Holm Jóhannesen missir løgmaðurin rættin at skipað samgongu eftir valið og sambært stýrisskipanini verður tað tá løgtingsformaðurin, sum skal útpeika ein av flokksformonnunum eftir at hava hoyrt allar flokkar. Hetta merkir í veruleikanum at intiativið til at finna nýggja samgongu liggur hjá Fólkaflokkinum verður misálitið samtykt.
Tað skulu í minstalagið 17 tinglimir atkvøða fyri um uppskotið skal verða samtykt.
At Javnaðarflokkurin ikki vil skriva undir er tekin um at flokkurin nú hugsar um hvørjir møguleikar eru eftir løgtingsvalið. Formaðurin hevur longu avskrivað Fólkaflokkin og hevur tí óivað mett at rætt er ikki at brenna fleiri brýr.




