Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskot um misálitisváttan

Tíðindaskriv

Tíðindaskriv: Vísandi til §30 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til §47 í Tingskipanini, samtykkir Løgtingið misálit á løgmann.

Viðmerkingar

Vísandi til úrslitið av kanningini hjá kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft Hansen, í málinum um Eysturoyartunnilin, og til uppskot til átalu frá formansskapinum, verður hervið lagt fram misálit á løgmann.

Staðfest verður í báðum førum, at løgmaður tilvitað og í fleiri førum hevur borið Løgtinginum skeivar upplýsingar, og at greitt brot er framt á § 5, stk. 2, í lóg um ábyrgd landsstýrisins.

Kanningarstjórin staðfestir í síni niðurstøðu í frágreiðing síni frá juni 2015:

“Det må herefter konkluderes, at Lagmanden har overtrådt landsstyremandsansvarslovens § 5, stk. 2, ved forsætligt at have givet Lagtinget urigtige oplysninger om sin rolle i forbindelse med tilblivelsen og indgåelsen af kompensationsaftalen.”

Fyri politisku skipanina er málið í tveimum:

1. Løgfrøðiliga: Lógin er brotin og tann løgfrøðiligi og revsirættarliga avleiðingin má ásetast.

2. Politiskt: Avleiðingin fyri tilvitað at hava sagt ósatt fyri Løgtinginum má avgreiðast.

Kanningarstjórin og formansskapurin mæla til, at tann løgfrøðiligi og revsirættarligi parturin av málinum verður avgreiddur við átalu frá Løgtinginum. Løgtingið hevur samtykt niðurstøðurnar saman við álvarsligari átalu fyri tann løgføðiliga partin av málinum.

Politiskt parturin eigur at vera greiður hjá einum samdum løgtingi:

Neyðugt at staðfesta, at Løgtingið ongantíð kann góðtaka, at tilvitað sagt verður ósatt fyri løgtinginum, og tað eigur at fáa ta avleiðing, at løgmaður og landsstýrisfólk leggja frá sær.

Løgtingið er fólkavalda tingið og stendur til svars fyri fólkinum og veljaranum. Løgmaður og landsstýrisfólk eru tænarar hjá tinginum og standa til svars fyri Løgtinginum.

Løgtingið má virða sínar egnu skipanir og landsins lógir.

Verður eingin politisk avleiðing av hesum máli, verður skapt eitt sera skaðiligt fordømi, sum góðtekur, at løgmaður og landsstýrisfólk tilvitað siga ósatt fyri Løgtinginum og bera

Løgtinginum skeivar upplýsingar. Tá er øll tann fólkavalda skipanin og tær demokratisku grundreglurnar settar til viks og Løgtingið hevur mist sítt vald sum umboð hjá fólkinum.

Men politiski parturin av málinum hevur ongar avleiðingar fingið. Hóast fleiri áheitanir um hetta, hevur løgmaður ikki sagt seg úr starvi. Men løgmaður hevur í staðin sent Løgtingið til hús og skrivað út nýval. Løgmaður situr sostatt enn við øllum heimildum – og rættinum at samráðast um at skipa landsstýri – eisini eftir at nýtt ting er valt.

Uppskotsstillararnir heita enn einaferð á løgmann um at virða og verja álitið á ta fólkavaldu skipanina, taka avleiðingarnar og leggja frá sær.

Verður hetta ikki gjørt, noyðist Løgtingið at samtykkja misálitisváttan.

Tá er samstundis slætt borð í politisku skipanin og byrjast kann av nýggjum eftir komandi løgtingsval, har veljarin fær alla ávirkan á, hvør fær samráðingarrættin at skipa stjórn eftir valið.

Á løgtingi 4. august 2015

Vegna Tjóðveldi Vegna Framsókn

Høgni Hoydal Poul Michelsen