Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeið í makeup og huð- og hárrøkt

Krabbameinsfelagið

Hvussu tú kanst leggja makeup og røkta tína húð undir kemo viðgerð.

Makeup kann gera, at daglidagurin kennist lættari, av tí tú følir teg frískari við einari lættari makeup. Asloy frá The Body Shop greiðir frá, hvussu tú kanst leggja makeup og røkta tína húð undir kemo viðgerð.

Hósdagin 20. august 2015 kl. 18.30 skipar The Body Shop í SMS fyri skeiði í makeup og húð- og hárrøkt. Skeiðið er fyri kvinnur, ið eru í viðgerð fyri krabbamein.


The Body Shop fer at greiða frá um húðrøkt og makeup. Hjá summum kann húðin broytast og gerast sartari. Tískil er gott at vita, hvussu húðin skal røktast rætt. Makeup kann gera, at daglidagurin kennist lættari, av tí tú følir teg frískari við einari lættari makeup. Asloy frá The Body Shop greiðir frá, hvussu tú kanst leggja makeup og røkta tína húð undir kemo viðgerð.

Fríðgerð frá Salong Fríðgerð fer at greiða frá, um hvørjir møguleikar eru, nú tú missur hárið; skalt tú hava parykk, hvussu bindir tú turruklæðið uppá ein smartan máta, hvørjar húgvur eru at fáa og hvussu røktar tú hárbotnin? Ja, spurningarnir eru nógvir, og Frígerð fer at geva tær íblástur til tín tørv.


Skeiðið er ókeypis.


Síðsta freist at melda til er týsdagin 18. august 2015 hjá The Body Shop á tlf. 319505 ella tlf. 519505 ella tú kann ringja til Salong Fríðgerð á tlf.511545