Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summar Festivalur við Snapchat

Danial Viðoy

Í fjør fekk Snapchat sín elddóp á Summar Festivalinum. Aftur í ár verður Snapchat við. Adda ’summarfestival’.

Í fjør fekk Snapchat sín elddóp á Summar Festivalinum. Aftur í ár verður Snapchat við. Adda ’summarfestival’.

Samskiftismøguleikararnir eru nógvir. Summar Festivalurin hevur heimasíðu, eru virknir á Facebook og nú eisini á Snapchat. Snapchat er mest vaksandi samskiftismiðil, um vit gloyma Facebook eina løtu.

Einasta viðkomandi skal gera, til tess at gerast Snapchat-vinur við Summar Festivalin, er at adda SF sum vin. Navnið í ár er ’summarfestival’. Allir bókstavir við lítlum.

Snapchattið hjá Summar Festivalinum fer at vera við har, sum tað týdningarmesta hendir við bæði myndum og livandi myndum.

Ein framkomin háttur at fylgja gongdini, bæði úti sum heima. Gerið gagn av møguleikanum. Og hava tit ikki Snapchat á tykkara telefon, so vil undirritaði heita tykkum á at fáa sær tað. Avbera stuttligt at at fáast við, í orðsins sanna týdningi.