Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Beinir: Harry Kane verður toppskjútti

Jákup Ósá

Everton viðhaldsmaðurin Beinir Johannesen væntar, at lítla útskiftingin í hópinum hjá Chelsea kemur at vera ein fyrimunur hjá meistarunum.

Everton viðhaldsmaðurin Beinir Johannesen væntar, at lítla útskiftingin í hópinum hjá Chelsea kemur at vera ein fyrimunur hjá meistarunum.

Beinir Johannesen svarar soleiðis uppá spurningar til komandi kappingarár í Premier League, sum byrjar leygardagin.


1. Hvør vinnur Premier League 2015/16?

Chelsea

2. Greið frá í stuttum, hví so verður?

Chelsea hevur nærum sama hóp í ár, sum teir høvdu í fjør. Teir hava góðar leikarar á øllum plássum, og er Chelsea eitt rættiliga støðugt lið. Sleppa teir undan nógvum skaðum, so verða teir meistarar, við kapping frá Manchester liðunum og Arsenal, ið eg ikki meti hava styrkt seg nóg væl hagartil, til at koma á støði hjá Chelsea.

3. Hvørji lið enda í topp 4 (í rættari raðfylgju) í Premier League?

1. Chelsea 2. Manchester United 3. Arsenal 4. Manchester City

4. Hvør verður toppskjútti í Premier League?

Harry Kane, Tottenham

5. Hvat er besta keypið í summar í Premier League?

Petr Cech, Arsenal

6. Hvat lið fer at yvirraska posetivt í Premier League og greið í stuttum frá hví?

Bournemouth. Lítla felagið, ið næstan fór á húsagang og lá í botninum í League 2 fyri 6 árum síðani, er vorðin ein sólskinssøga. Við undirhaldandi fótbólti fara teir aftur at skaka fótbóltsheimin í ár. Eg vænti teir fara at liggja mitt á stigatalvuni, og er áleyparin Callum Wilson ein leikari, ið ein skal halda eyga við.

7. Hvat lið verður størsta vónbrotið í Premier League og greið í stuttum frá hví?

Southampton Í fjør yvirraskaðu teir, og endaðu á einum 7.plássi, ið samstundis gav teimum atgongd til Europa League. Tó er tað júst Europa League, ið eg vænti fer at koppa teimum (um teir spæla seg til bólkaspælið). Hópurin er ikki tann breiðasti, og hevur hann ei heldur tað stóru royndirnar í evropeiskum fótbólti. So eg vænti vit fara at síggja somu lagnuna fyri “The Saints”, sum vit sóu hjá Everton í fjør.