Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunan gevur skerv kampingøkið

Danial Viðoy

Klaksvíkar Kommuna er blíð, nú SF stendur fyri durum. Skerv til vát økið á kampingøkinum.

Klaksvíkar Kommuna er blíð, nú SF stendur fyri durum. Skerv til vát økið á kampingøkinum.

Myndin omanfyri er m.a. av Janusi Rein, sum er valevni fyri Fólkaflokkin. Hann segði, at hann hevði skaffað skerv til teirra økið. Hann hevur biðið um skerv til húsvognarnar, sum standa nær hansara.

– Tað eru harðvunnar atkvøður, sigur Janus til stuttleika. Tí eg havi grivið alt upp, áðrenn skervurin varð lagdur.

Norðlýsið ringdi til Jóhann Petur Jakobsen fyri at fáa vátta skerv-søguna. Hann sigur, at hann sum samskipari av økinum heitti á kommununa, um at fáa til vega nakað av skervi, til tey bleytastu og vátastu økini.

Hetta játtaði kommunan, og tað arbeiðið fór í gongd beinanvegin.

Men Janus Rein er eisini raskur at grava við spaka, ikki bara at skriva við penni.

Harleyfacadeacryl