Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg havi verið á øllum Summarfestiválunum

Oliver Joensen

Tað sigur Mortan Johannesen, ið við báti sínum er í Klaksvík ídag og riggar til at halda frí nú Summarfestiválurin er í hondum.

Vakthavandi á Klaksvíkar Havn sigur, at í hvussu so er einir 40-50 bátar eru komnir, vit høvdu væntað fleiri ídag, men teir eru helst setstir aftur vegna vindin, sum ídag hevur verið. Í morgin verður sagt frá útsynningi, tá ænta vit einar 30 – 40 bátar afturat, leggur vakthavandi á Klaksvíkar Han afturat.

Sum sæst á myndunum so eru nógvir kampingvognar. Umframt at stúgvandi fult er á vanliga kampingplassinum, so eru eisini nógvir kampingvognar kring um í býnum, á kampingplássinum úti í Grøv, úti á kajøkinum og aðrastaðni. Onkrir hava fingið pláss á privatum øki, so ilt er at siga neyvt hvussu nógvir eru í Klaksvík í løtuni.