Nú Summar Festivalurin byrjar í dag, verður ferðslan leidd annarleiðis. Tí er sera týdningarmikið at bilførarar vísa hvørjum øðrum ans og vísa skynsemi og vinsemi í ferðsluni.
Nú Summar Festivalurin byrjar í dag, verður ferðslan leidd annarleiðis. Tí er sera týdningarmikið at bilførarar vísa hvørjum øðrum ans og vísa skynsemi og vinsemi í ferðsluni.
Tað snýr seg rætt og slætt um at brúka høvdið í ferðsluni á Summar Festivalinum.
Norðlýsið fekk eina uppringing í gjárkvøldið frá einum bilførara, sum saknaði at fólk, fyri tað minsta vístu vinsemi í ferðsluni.
Hesin hevði verið við til at koyrt eini langari bilrøð, ímeðan ein bilur bíðaði í langa tíð, til tess at sleppa ar draga tvørtur í gjøgnum bilrøðina. Tað var ikki fyrr enn ein vinsamur bilførari steðgaði, at bilurin slapp sín veg.
Tað er brúk fyri fleiri slíkum vinsomum bilførarum á Summar Festivalinum. Tí ferðslan gongur seinni enn vanligt og fer at ganga seinni, um varsemi og vinsemi ikki verður víst hvørøðrum.
So gloymið ikki høvdið eftir við hús, tá ið tit seta tykkum í bilin og koyra í Klaksvík um dagarnar. Takk!




