Avmarkað tal av dagsatgongumerkjum verður selt við dyrnar.
Avmarkað tal av dagsatgongumerkjum verður selt við dyrnar.
Vikuskiftispassini til Summar Festivalin eru nú útseld.
Forsølan hevur gingið so væl, at fleiri vikuskiftispass verða ikki seld.
Summar Festivalurin hevur avsett eitt avmarkað tal av dagsatgongumerkjum til teir tríggjar festivaldagarnar.
Hesi dagsatgongumerki verða seld við inngongdina teir einstøku dagarnar.
Prísirnir á dagsatgongumerkjum eru hesir:
Hósdag: 500 kr.
Fríggjadag: 900 kr.
Leygardag: 600 kr.
Børn (6-12) ár: 250 kr. fyri alt vikuskiftið
Børn (0-5) ár sleppa inn ókeypis




