icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Festivalveðrið fríggjadag – dagført

Hanus Kjølbro

Hanus Kjølbro um veðrið í dag.

Veðrið í dag er og verður gott. Vindurin kemur í løtuni úr útsynningi-suðuri – ikki nógvur vindur, í miðal 7-8 m/s. Hetta fer eftir øllum at døma at vera vindferðin í mestsum allan dag – helst minkar vindur eitt lítið vet í kvøld.

So er tað ættin, vindurin kemur frá. Sum dagurin líður, fer ættin at flyta seg til útsynning og síðani upp til útsynning-vestan. Hetta verður í kvøld. Útsynningur-vestan er av allarbestu ættum í Klaksvík.

Fyri tað mesta verður talan um skýggjað veður í dag við onkrum sólglottum. Okkurt smávegis æl kann sníkja seg upp í millum eisini.

Tað nýggjasta um veðrið í morgin er, at vindurin fer at veksa tíðliga seinnapartin, og tað fer at regna. Sum heild er myndin hon, at vindurin og regnið í morgin fara at koma eitt sindur fyrr – og fara framvið eitt sindur fyrr – enn spátt varð í gjár.