Næstur í røðini at svara spurningum um komandi kappingarár í Premier League er B71 málverjin Símun Rógvi Hansen. Hann væntar nógv av Chelsea, meðan Manchester United verður eitt vónbrot.
1. Hvør vinnur Premier League 2015/16?
Chelsea
2. Greið frá í stuttum, hví so verður?
Teir vóru suverenir síðsta kappingarár og stamman á liðnum er tann sama í ár. Fáir spælarar seldir og fáir keyptir. Menn kenna sítt pláss. Einki órógv. Heimsins besta venjara. Tí koyra teir tað heim, aftur í ár.
3. Hvørji lið enda í topp 4 (í rættari raðfylgju) í Premier League?
Chelsea, Arsenal, Manchester City, Liverpool.
4. Hvør verður toppskjútti í Premier League?
Sergio Aguero (Manchester City)
5. Hvat er besta keypið í summar í Premier League?
Petr Cech
6. Hvat lið fer at yvirraska posetivt í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Torført at meta um. Kanska Everton. Teir endaðu á einum skuffandi 11. plássi seinasta kappingarár. Um teir fáa tað besta burturúr leikarum sum Lukaku og Barkley, og klára at halda uppá Stones, so trúgvi eg uppá at teir koma at liggja sum ein lítil outside’ari til tey fýra Champions League plássini.
7. Hvat lið verður størsta vónbrotið í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Valið liggur ímillum Tottenham og Manchester United. Mítt Liverpool hjarta velur United framum. Alt ov nógvir miðvallarar. Ov fáir áleyparar. Verjan er stórtsæð tann sama. Depay, Schweinsteiger og Schneiderlin styrkja væl um miðvøllin, men trúgvi heldur at United fjepparar høvdu vilja sæð Hummels og/ella Cavani. Nógv kann henda enn, men í skrivandi løtu vænti eg ikki eitt Champions League pláss til United komandi kappingarár.




