Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein kvinna, sum hevur reist seg aftur

Danial Viðoy

Tað sigur Erik Biskopstø um støðuna hjá Marie Fredriksson, songkvinnuna í Roxette. Í kvøld klokkan 22.00 trínur Roxette á pall á Vágsbøi.

Tað sigur Erik Biskopstø um støðuna hjá Marie Fredriksson, songkvinnuna í Roxette. Í kvøld klokkan 22.00 trínur Roxette á pall á Vágsbøi.

Síðani avdúkingina av Roxette, hevur bólkurin verið á turné ymsastaðni. Ummælini hava verið misjøvn. Onkur ummælari hevur mest sum kolldømt Roxette, tí talan er um eina sjúka kvinnu, sum roynir at framføra.

Onkuntíð hevur kvinnan, Marie Fredriksson, verði noydd at sitið í stóli og framført sínar sangir.

Hóast onkur vánalig ummæli hava verið av hesum, hava minst líka nógvir ummælarar givið henni rós fyri at framføra yvirhøvur, hóast trongu korini.

– Spurningurin er, hvussu man sær upp á tað, sigur Erik Biskopstø.

– Marie Fredriksson hevur drigist við sjúku, sum hevur elvt til at balansan hjá henni til tíðir ikki er til at stýra. Tískil er hon noydd at sita í stóli og framføra.

– Spurningurin er bara hvussu vit sum áhoyrarar taka hetta. Vit kunnu taka tað sum eina sjúka kvinnu, sum als ikki riggar á palli av tí sama, ella vit kunnu taka hina síðuna og veruliga síggja tað góða við, at hon torir. Altso at síggja tað sum eina søgu um lívsvilja og eina kvinnu, sum hevur reist seg aftur, hóast nógva mótgongd. Eg velji at síggja tað soleiðis, sigur Erik avgjørdur.