Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann á HB á Summar Festivalinum!!

Danial Viðoy

KÍ vann 2-0 á HB fyri lítlari løtu síðani. KÍ hevði áðrenn hendan dystin ikki vunnið á Summar Festivalinum í 8 ár.

KÍ vann 2-0 á HB fyri lítlari løtu síðani. KÍ hevði áðrenn hendan dystin ikki vunnið á Summar Festivalinum í 8 ár.

Tað var Ndende, sum legði KÍ á odda beint fyri hálvleikin.

Í seinna hálvleiki royndi HB at leggja trýst á KÍ-liðið, men KÍ stóð væl, fyri ikki at siga sera væl.

Áskoðarin kundi kanska hugsað, at KÍ legði seg heldur ov langt aftur. Men hóast at KÍ legði seg longri aftur á vøllin, hevði HB trupult við at spæla seg til nakrar kjansir. – KÍ brúkti trýsti frá HB til skjótálop. Vildi væl borið á, kundi KÍ økt fleiri ferðir.

Men ikki fyrr enn í endanum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraði KÍ. Hesaferð var tað toppskorarin hjá KÍ, Heðin Klakstein, sum stóð á røttum stað og skoraði.

Fleiri myndir seinni.