Hanus Kjølbro um veðrið í dag.
Ikki nógvar broytingar at skriva um í morgun um veðrið, hvussu tað fer at vera í dag. Tað er hetta lágtrýstið, sum nærkast Føroyum, sum fer at seta sín dám á veðrið seinnapartin og í kvøld. Eitt samanrunnið brúgvalag fer at vitja okkum í dag. Í samanrunnum brúgvaløgum er vanliga avfall.
Í skrivandi løtu (klokkan er 10:30) er forkanturin av brúgvalagnum statt skamt sunnan fyri Suðuroy. So við og við fer tað at taka longur norðureftir. Enn sæst ikki á lv.fo at tað er farið at regna í Suðri ella aðrasteðs, men so við og er tað hetta, sum vit fara at leggja merki til.
Ilt er at seta klokku á, nær tað fer at regna, men um middagsleitið er ikki langt av leið. Tað fer ikki at regna illa fyrr enn seinni í dag – um nátturðatíð ella so.




