Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður heilsar Roxette og Summarfestivalinum

John William Joensen

Tað var ikki sørt rørandi fyri meg at síggja sangarinnuna í Roxette, Marie Frederikson, koma á pallin, illa gongd og merkt av sjúku …. kraftin og lívsviljin var ikki at taka feil av, skrivar Føroya Løgmaður umvegis Facebook í eini heilsan til Summarfestivalin.

Tað var ikki sørt rørandi fyri meg at síggja sangarinnuna í Roxette, Marie Frederikson, koma á pallin, illa gongd og merkt av sjúku…..  kraftin og lívsviljin var ikki at taka feil av, skrivar Føroya Løgmaður umvegis Facebook í eini heilsan til Summarfestivalin.

Løgmaður skrivar:

Konan og eg eru á Summarfestival. Fríggjakvøldið, vóru vit til konsert hjá Roxette, ein fantastisk løta við nógvum vælkendum og væl framførdum løgum sum vaktu góð minnir.

Tað var ikki sørt rørandi fyri meg at síggja sangarinnuna Marie Frederikson koma á pall, illa gongd og merkt av sjúku……kraftin og lívsviljin var ikki at taka feil av.
Eg hugsaði eisini í mínum stilla sinni at tað var eitt sindur synd at rópa hana aftur á pall tá hon nú var so illa gongd, men eg tók feil.
Hennar andlit strálaði av gleði tá hon buldraði fram við, “listen to your hearth “og “the look, “….

Ein serlig heilsan til fyrireikararnar av einum sera væl skipaðum Summarfestivali –  takk fyri.