Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starvsfólk til Húsið

LÝSING

Húsið er eitt virkishús fyri børn og ung millum 10 og 18 ár.


Vit søkja eftir einum kreativum starvsfólki við hóskandi útbúgving og royndum. Starvið er 25 tímar um vikuna.


Vit vænta, at umsøkjarin

• hevur hóskandi útbúgving

• hevur áhuga fyri at arbeiða við børnum og ungum

• kann arbeiða sjálvstøðugt

• hevur góð samstarvsevni

• er íbirtari og hevur skapanaráhuga

• fylgir við og kunnar seg um menning á økinum


Vit kunnu bjóða

• eitt ungt og livandi arbeiðsumhvørvi

• ávirkan á egið arbeiðspláss

• pláss fyri persónligari menning

• skiftandi arbeiðstíðir

• fjølbroyttar arbeiðsuppgávur


Setanarviðurskifti

• Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfeløg og KAF.

• Umsøkjarar verða at tola bygnaðarbroytingar.


Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan A. Joensen, leiðara, á tlf. 281810.


Umsóknin saman við møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. august 2015 kl. 12:00.


Klaksvíkar kommuna

Nólsoyar Páls gøta 32

Postboks 2

FO-710 Klaksvík

Tlf. 41 00 00

klaksvik@klaksvik.fo

www.klaksvik.fo