Her ein pedagogisk fiskivinnugrein fyri kvinnur, sum halda seg onki vita um fiskivinnu, men sum gjarna vilja hava nøkur sjónarmið serverað á menniskjamáli. (Menn eru sjálvandi eisini vælkomnir at lesa og læra 🙂
Eftir Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin
Í 2011 seldu vit 20.000 tons av makreli fyri 72 milliónir krónur. Í fjør var kvotan 150.000 tons og.. zzzzz.. so eru vit longu sovnaðar, tí er nakað keðiligari í verðini enn makrelur, tons, kilogjald, meskavíddir, hvítingsbróður, longa, upsi, hýsa og sild? Serliga, tá annar politikkur hevur nógv størri týdning fyri gerandisdagin og trivnaðin hjá fólkinum, sum her býr. Tak bara korini hjá børnum og gomlum, hjá fólki við serligum tørvi, orðblindum og sálarsjúkum, heilsuverkið og stakir uppihaldarar og fátækradømi, bústaðarneyð o.s.fr.
Inntøkur er eisini kvinnumál
Hví skalt tú so elska makrelin? Tað skalt tú, tí hann er meira enn bara viðskeri í dós. Hann, eins og øll hini fiskasløgini, umboðar tað, sum dag og dagliga fyllir tingsalin, miðlarnar og knokkarnar á teimum valdsmiklastu í landinum, fiskivinnupolitikkin. Ella, heilt grundleggjandi, hvussu vit forvalta, foredla og fordeila alt hetta ríkidømið, og sum í lógini um vinnuligan fiskiskap verður rópt ”fólksins ogn”. Og um sjálva fíggingina av vælferðarsamfelagnum, korini hjá teimum sjúku, gomlu og fátøku, og hvørjar Føroyar vit lata upp í hendurnar á okkara børnum og ommubørnum. Føroyskar kvinnur eru stórt sæð ikki til staðar í fiskivinnukjakinum. Mín áheitan skal tí vera, at tit, kæru fiski(k)vinnusystrar, eisini hugsa um inntøkusíðuna, og ikki bara um útreiðslurnar. Virðini eru alt ov stór til at lata upp í hendurnar á nøkrum fáum monnum at ráða einsamallar.
Frøðingafobiin
Ein avbjóðing í fiskivinnuni er forvaltningin, sum eigur at vera burðardygg. Hetta merkir, at vit fiska bara somikið nógvan og stóran fisk, at stovnarnir náa at endurskapa seg sohvørt, sum vit fiska. Botnfiskastovnarnir (toskur, hýsa og upsi) undir Føroyum eru søguliga illa fyri, og heimaflotin hevur samanumtikið havt hall í eini 10 ár. Fiskifrøðingarnir siga orsøkina vera, at veiðitrýstið hevur verið ov stórt, og mæla til friðingar, so stovnarnir kunnu koma seg. Partar av vinnuni vilja hinvegin verða við, at orsøkin er náttúrugivin, og at serfrøðingarnir (í kontórshavn!) hava ikki skil fyri tí, sum teir úttala seg um. Teir hava jú ongantíð pissa í saltsjógv!
Vinnan og fiskifrøðin eru sostatt ofta ósamd um, hvussu stórt veiðitrýstið skal vera, so tað verður latið upp til løgtingið at gera av. Í august á hvørjum ári ásetir Løgtingið, hvussu nógvir fiskidagar ymsu skipasløgini skulu hava komandi ár. Talan er sostatt um politiska útlutan, sum ikki byggir á vísund ella vitan, men onnur atlit. Av tí, at ómetaliga nógvur peningur er upp á spæl, er trýstið frá vinnuni stórt á politisku skipanina, og tí verður fiskidagatalið ikki skorið so nógv, sum fiskifrøðingarnir mæla til. Eg haldi, at hóast politikarar sjáldan tora at taka ópopulerar, ummast neyðugar, avgerðir, so hava vit tíbetur politiska brúkaran, húsmóðrina í London ella kokkin í Tokyo, sum krevja, at fiskurin í kølidiskinum er veiddur burðardygt. Sum frá líður verður vinnan tí tvungin at hugsa burðardygd, sum bæði gagnar heimliga búskapinum, umhvørvinum og framtíðini.
Meira enn makrel
Men tá ið okkara egnu botnfiskastovnar eru so søguliga illa fyri og heimaflotin gevur hall, hvussu ber tað so til, at útflutningurin og inntøkurnar frá fiskivinnuni vaksa? Ull er ikki Føroya gull – tað er makrelurin, sum hevur givið okkum ovurhondsstórar inntøkur síðstu árini. Makrelur, sild og svartkjaftur er ferðandi uppisjóvarfiskur, sum er í Føroyum en part av árinum. Hesir stovnar verða riknir sambært tilmælum frá fiskifrøðingum, og strandalondini, Føroyar, Ísland, Norra og ES, samráðast um kvoturnar. Seinni árini hevur verið væl meira av makreli í føroyskum sjógvi enn vanligt, og tí hava vit kravt størri kvotu. Makrelsamráðingarnar elvdu til, at vit vórðu bannað av ES eitt tíðarskeið. Nú valdar friður um makrelin, meðan stríð hevur tikið seg upp um sild og svartkjaft. Vit hava eisini stórar inntøkur frá fiskiskapi í fremmandum sjógvi, eitt nú við Flemish Cap og í Barentshavinum. Hesi øki verða í dag umsitin sambært tilmælum frá fiskifrøðini, og nógv er at fáa. Eg haldi, at tað er lagnunnar speisemi, at okkara egnu botnfiskastovnar eru søguliga illa fyri, meðan vit skovla fisk og pengar inn frá fiskastovnum, sum verða neyvt reguleraður av fiskifrøðini. Ynskiligt var, at okkara egnu stovnar vóru somikið væl fyri, at størri partur av inntøkunum komu frá okkum sjálvum.
Loyvi til sølu
Ein onnur avbjóðing er fordeilingin av ríkidøminum, sum í dag verður savnað á alt færri hondum. Fyri at sleppa til fiskiskap er neyðugt at hava fiskiloyvi. Hendan skipan bleiv sett í verk í 1994. Tann, sum tá fekk eitt fiskiloyvi, fekk samstundis ein fyrimun at gangnýta tilfeingið ella fólksins ogn. Tá ið útboðið av loyvum soleiðis er avmarkað, hækka tey í virði, og einasti mátin at sleppa inn í vinnuna er, at tú keypir eitt loyvi frá einum privatum. Hetta merkir, at nøkur fá eru vorðin høvuðrík av at selja loyvir, sum landið upprundaliga lat ókeypis, meðan nýggir aktørar skulu ikki bara keypa skip og reiðskap, men eisini seta seg í risastóra bankaskuld fyri at fíggja fiskiloyvið. Ein nýggjur, dugnaligur og eldhugaður aktørur verður soleiðis forðaður, longu áðrenn hann er byrjaður. Hetta ger, at bara nøkur fá hava ráð til at virka í vinnuni, og hóast lógin avmarkar útlendskan eigaraskap, er ongin ivi um, at útlendingar reelt eiga stóran part, tí har finna feløgini vágafúsan kapital, sum gjarna vil framat føroyskum fiskiríkidømi.
Øvundsjúka ella dynamikkur
1. Januar 2018 ganga øll fiskiloyvini út, og tá kemur fiskivinnunýskipanin, sum hevur verið politiskt stríðsmál í mong ár, í gildi. Tey ríkastu vilja sjálvandi ikki frásiga sær einkarættin til vald og pengar, so tey ynskja sjálvsagt ongar broytingar. Eg haldi, at øll, sum hava hug og hegni, skip og reiðskap, skulu hava møguleikan at koma inn í vinnuna, og at frí kapping skal ráða. Og nei, hetta snýr seg ikki um øvundsjúku, men um fígging av áður nevnda vælferðarsamfelagi. Tí skal privata sølan av loyvum steðgast, so landið sjálvt selir loyvini, og inntøkurnar koma fólkinum til góðar, og ikki tilvildarligum privatpersónum. So líðandi skulu øll loyvi seljast á uppboði, har hægstbjóðandi fær rættin at fiska. Ongin fer tá at bjóða meira, enn viðkomandi roknar við at kunna forrenta, og tí mugu allir aktørarnir spenna seg út, fyri at fáa so góðan prís sum til ber fyri hvønn stert við at virðisøkja tilfeingið.
Høvd og gørn
Og hetta førir okkum beint víðari til triðja punktið, sum veruliga kann fáa føroysku fiskivinnuna fram á leið: Foredlingin av tilfeinginum. Í løtuni fer nærum allur fiskur óvirkaður av landinum, so vit á mangan hátt eru átøk einum tilafturskomnum menningarlandi, sum útflytir góða ráðvøru til onnur lond at framleiða matvørur burturúr. Við at satsa uppá vinnugransking og vørumenning, at taka allan fiskin til lands, høvd og garnar, og at fáa fleiri fríhandilsavtalur, eggja vit vinnuni til at virðisøkja heimsins reinasta fisk til fyrstafloks matvørur til tann kræsna brúkaran. Og tá kunnu vit helst tvífalda inntøkurnar – landi, fólki og vinnuni at frama. Tí vit hava onga vælferð, onki heilsuverk, ongi skúlatilboð og onga umsorgan framyvir, um ikki fólksins ogn verður umsitin skynsamari, rættvísari og frælsari.




