Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Listin hjá Norðoya Javnaðarfelag til løgtingsvalið

Tíðindaskriv

Listin hjá Norðoya Javnaðarfelag til løgtingsvalið 1. september er nú klárur. Tað eru trý dugnalig og ágrýtin valevni, sum hesa ferð bjóða seg fram fyri Javnaðarflokkin í Norðoyggjum.

Nógv tøk skulu takast, og nógv arbeiði er at gera, fyri at fáa føroyska samfelagið aftur á beina kós. Men tess størri týdning hevur tað at lata røttu fólkini sleppa framat, og hesi fólkini hevur Javnaðarflokkurin á listanum.

Vit fegnast um, at okkara listi hevur trý sterk valevni, ið øll somul eru til reiðar at gera teirra allarbesta fyri, at ein sterkur Javnaðarflokkur fær høvi at skipa samgongu eftir valið.

Valevnini brenna fyri Norðoyggjum og vilja gera sítt til, at vit framhaldandi menna Norðoyggjar – bæði tá ið tað kemur til Klaksvíkar sjúkrahús, samferðsluna og vinnu og útbúgvingarmøguleikar, sigur Petur Martin Hansen, formaður í Norðoya Javnaðarfelag.

Valevnini eru:

Eyðgunn J. Samuelsen, løgtingskvinna

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður

og Finnbjørn Vang, lesandi og útróðrarmaður