Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fangakórið í Hoyvíkar kirkju

Tíðindaskriv

Hitt víðagitna Fangakórið úr Vridsløselille, ið liggur við Egon Olsens Vej, kemur nú til Føroya at halda konsertir.

Kórið hevur sungið í meira enn 400 kirkjum í Danmark, og fleiri enn 150 kirkjur eru á bíðilista.

Fangakórið, sum hevur eini 10 ár á baki sum viðurkent sangkór, hevur eisini ferðast í fleiri londum. M.a. í Týsklandi og í Grønlandi og allastaðni hevur tað verið fyri fullsettum húsum. Hetta hevur ført við sær, at Kriminalforsorgin hevur gjørt nýggjar reglur, sum tryggja, at fangarnir fáa møguleika at sleppa út at syngja.

Serliga er tað teirra ráu tekstir og intensa nærvera í framførslunum, sum rørir við hjartað, verður sagt. Talan er ikki um fínpoleraðar fagurtónar, men um serligar mansrøddir, sum á sín egna hátt syngja um, hvussu lívið kann vera, tá tað ikki gekk heilt eftir bókini.

Fangakórið er sera sjáldsamt, av tí at talan er um langtíðarfangar, sum syngja egnar sangir um vansorgan, sakn, kærleika, fyrigeving, vantandi kærleika og óttanum fyri aftur at gerast frælsur. Tilsamans hava teir 18 kórsangararnir sitið eini 200 ár í fongsli.

Tónleikin hava fangarnir smíðað saman við dirigentinum og stovnaranum av kórinum Louise Adrian, sum eisini er gift einum fongsulspresti. Hon hevur fingð fleiri virðislønir fyri sítt arbeiði.

Meira er at lesa á www.fangekoret.dk.

Sunnudagin 16. august kl. 16 syngur kórið í Hoyvíkar kirkju.