Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Messerschmidt á Fólkafundin 2015

Tíðindaskriv

Ein av mest eyðsýndu, donsku politikarum vitjar árliga Fólkafundin, sum verður í høllini á Hálsi í Havn 18. & 19. september

Hóast Morten Messerschmidt bara er 34 ára gamal, so hevur hann eina drúgva, politiska fortíð í Danska Fólkaflokkinum. Fyrstu árini sum fólkatingsmaður, men síðstu árini í Evropatinginum. Á valinum til Evropatingið í fjør fekk hann 465.758 atkvøður, sum tað er hægsta atkvøðutal, ið nakar danskur politikari hevur fingið. Danski Fólkaflokkurin gjørdist størsti flokkur á valinum, og Messerschmidt hevur brúkt sessin til at vera sera atfinningarsamur móti førda politikkinum og gongdini í Evropeiska Samveldinum. Danmark hevur eftir hansara tykki flutt alt ov nógv vald niður til Brússel, og neyðugt er tí at flyta vald aftur í Fólkatingið.

– Vit skulu hava meira Danmark og minni ES, sigur Morten Messerschmidt.

Á Fólkafundinum verður ein longri samrøða við eyðsýnda politikaran við hvøssu áskoðanunum.

Fólkafundurin veksur

Fyrsti Fólkafundurin var í Hoyvík í september 2011, árið eftir var fundurin í Klaksvík, og í fjør var Runavíkar Kommuna vertur fyri Fólkafundin, sum tá varð hildin við Løkin. Undirtøkan fyri Fólkafundinum hevur sett nýtt met hvørt ár, bæði við luttakarum og vitjandi. Í fjør vóru 42 ymiskir básar á Fólkafundinum. Luttakararnir skipaðu fyri eini røð av tiltøkum, fyrilestrum, framløgum og orðaskifti, og fleiri enn 2000 fólk vitjaðu Fólkafundin.

Tilmeldingarnar higartil benda á, at Fólkafundurin aftur í ár setir met. Higartil hava 25 feløg, felagsskapir, politiskir flokkar og áhugabólkar boða frá luttøku. Leisturin fyri fundin er, at luttakararnir hava møguleika at skipa fyri sínum egnu tiltøkum. Til ber framvegis at tekna seg til Fólkafundin 2015. Tilmelding og meira kunning er at finna á heimasíðuniwww.folkafundurin.fo

Endamálið

Hugskotið er í stuttum at savna ymsu aktørarnar í samfelagnum á einum og sama stað til tveir gevandi dagar – til ein demokratiskan festival. Endamálið við Fólkafundinum er framvegis tað sama: At stytta um fjarstøðuna millum mynduleikar, feløg, flokkar og fólkið.

Sostatt verður tað í stóran mun upp til luttakararnar sjálvar at skipa fyri innihaldinum. Her er samstundis eitt gylt høvi at koma á tal við hvønnannan. Eisini skipar Fólkafundurin sjálvur fyri tveimum stórum tiltøkum.

Tórshavnar Kommuna er vertur fyri Fólkafundurin 2015, sum verður hildin í Høllini á Hálsi í Havn, 18. & 19. september.

Meira kunning: Ólavur í Geil (tlf. 289796), Jón Brian Hvidtfeldt (tlf. 214628),www.folkafundurin.fo